Fótbóltur

Koronuavmarkingar fara at seta sín dám á seinastu dystirnar

Um tilmælið viðvíkjandi ítróttardystum verða 100 prosent fylgd, so verða als eingir áskoðarar í Gundadali í morgin, til dystin um evoropeiskt pláss millum NSÍ og B36, umframt uppflytingarfinaluna á Sandi sunnudagin. Støðan kann eisini ávirka steypafinaluna hjá kvinnum og hálvfinalur hjá monnum.

Tað verða ikki áskoðarar í B36-húsinum í annaðkvøld, tá Víkingur vitjar (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verða ikki áskoðarar í B36-húsinum í annaðkvøld, tá Víkingur vitjar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-03 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.

- Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.

Hetta vóru tey bæði punktini, ið vóru ovast á listanum, tá landsstýrið beint eftir klokkan ellivu kom við sínum nýggju koronutilmælum, ið skulu tálma smittutrýstinum.

Les eisini: Nýggj koronutilmæli frá landstýrinum: Eru galdandi tíggju dagar fram

Í fjør varð fyrsta umfar í Betrideildini hjá monnum leikt uttan áskoðarar, umframt tvey umfør í fyrru hálvu av august, men eingir avgerandi dystir í nakrari kapping vórðu leiktir á tann hátt.

Í ár hava nakrir landsdystir í fótbólti og hondbólti verið leiktir uttan áskoðarar, men fyriuttan eitt umfar í seinnu hálvu av mai, sum varð flutt vegna vaksandi koronutilburðir, so hevur korona ikki ávirkað fótbóltin í Føroyum ta stóra í 2021.

Í løtuni eru yvir 700 staðfestir tilburðir, ellivu eru skrásett sum innløgd, og nú eru avmarkingar settar á ymisk tiltøk og ymiskt virksemi í landinum.

Rakar avgerandi dystir í fremstu mansdeildunum - kunnu taka steypakappingina

Í annaðkvøld spæla B36 og Víkingur útsettan dyst frá 24. oktober. Dysturin í næstseinasta umfari varð útsettur, tí at B36 hevði koronasmittaðan leikara í hópinum og leikarar, ið skuldu í sóttarhald.

Hóast talan bert er um tilmæli - "hetta eigur at vera uttan áskoðarar" - so hevur hetta verður fylgt so at siga 100 prosent til allar dystir, tá tað hevur verið galdandi, og Portalurin hevur fingið váttað frá B36, at tað sjálvandi verður spælt uttan áskoðarar í Gundadali i morgin, tá rátt verður til tað. 

Dysturin í morgin er avgerandi, í mun til um Víkingur endar á 2. plássi ella ikki - liðið úr Eysturkommunu tørvar ein sigur í høvuðsstaðnum fyri at yvirhála HB. Grannarnir hjá HB kunnu gera sítt útgangsstøði í evropeiska stríðnum betri við sigri, men líkamikið hvat so verður útsetti dysturin í Runavík sunnudagin, tann seinasti í Betrideildini hjá monnum, tann avgerandi í mun til hvør fær fjórða plássið, sum í útgangspunktinum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt næsta ár.

[object Object]NSÍ og B36 leiktu eisini í fjør avgerandi dyst um evropeiskt pláss í 27. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Tann dagin spæla B71 og AB eisini útsettan dyst. Hetta er seinasta umfar í 1. deild, og dysturin avgerð um tað vera argjamenn ella sandoyingar, ið fylgja við Skála upp í Betrideildina. Dysturin skuldi verða leiktir leygardagin 30. november, men koronutilburðir hjá B71 gjørdu, at uppflytingarfinalan varð flutt.

Tað er á ein hátt lagnunnar speisemi, at koronutilburðir hava gjørt, at hesir avgerandi dystirnir eru fluttir, og at teir nú, orsakað av koronustøðuni og nýggjum tilmælum, skulu spæla uttan áskoðarar. 

Eftir seinastu landskappingardystirnar er bert avgerðin í steypakappingini eftir. Finalan hjá kvinnum millum NSÍ og HB verður leikt 13. november - dagin eftir at galdandi tilmælini sum útgangspunkt fara úr gildi. Um tey verða longd, so kann hugsast, at finalan verður uttan ella við avmarkaðum talið av áskoðarum, og so kann tað eisini ganga útyvir íhvussu er fyrru hálvfinalurnar hjá monnum, sum verða leiktar 20. og 21. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder