Hondbóltur

Koronutilburður órógvar hondbóltin

Dysturin millum Stjørnuna og H71, ið skuldi byrja klokkan 18, er útsettur orsakað av staðfestum koronutilburði.

2021-10-21 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan skuldu bestu kvinnuliðini hjá H71 og Stjørnuni spæla í KÍ-høllini í kvøld, men nú - stutt yvir ein tíma áðrenn fyrsta bríksl skuldi verða - er dysturin útsettur.

Avgerðin er einføld: Koronutilburðir

- Orsakað av staðfestum koronatilburðið, verður dysturin í SMS-deildini í kvøld millum Stjørnuna og H71 útsettur

Lagt varð annars upp til ein spennandi dyst millum liðini, sum í løtuni eru á triðja og fjórða plássið í SMS-deildini. Nýggj dagfesting fyri dystin er ikki ásett enn.

Les eisini: 
Stjørnan tekur móti H71 í kvøld
26 koronutilburðir í beint yvir 1.000 kanningum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder