Fótbóltur

Koyrdur eftir javnleik á útivølli móti Manchester City

West Bromwich gav fyrrapartin Slaven Bilic sekkin. Ætlanin er, at Sam Allardyce skal avloysa kroatan, sum farna kappingarár førdi felagið til uppflyting til Premier League.

Slaven Bilic er fyrst venjarin, ið hevur fingið sekkin í Premier League í ár (Mynd: EPA)

Slaven Bilic er fyrst venjarin, ið hevur fingið sekkin í Premier League í ár (Mynd: EPA)

2020-12-16 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

West Bromwich fekk í gjárkvøldið eitt stig í uppgerðini á Etihad leikvøllinum í Manchester, og harvið stóðu uppflytararnir fyri einum av flottastu úrslitunum í Premier League í ár.

Les eisini: Chelsea og City snávaðu

Hetta hevur tó víst seg ikki at verið nóg mikið hjá Slaven Bilic fyri at halda fast í starvinum. West Bromwich liggur næstaftast við sjey stigum fyri 13 dystir og hevur bert vunnið ein av teimum, og fyrrapartin fekk 52-ára gamli kroatin, sum farna kappingarár førdi felagið til upp í Premier League aftur, sekkin. Slaven Bilic er fyrst venjarin í Premier League í ár, sum er uppsagdur

[object Object]
Bilic undir dystinum í Manchester í gjár (Mynd: EPA)

[object Object]
Bilic avloysti í 2015 Allardyce í West Ham - nú verður tað øvugt í West Bromwich (Mynd: EPA)

Bilic kom í starvið í juni 2019. Hann verður allarhelst avloystur av Sam Allardyce, ið fleiri ferðir áður hevur bjargað feløgum frá niðurflyting. 66-ára gamli onglendingurin er í samráðingum við West Bromwich. Hann stóð seinast á odda fyri Everton. 

Støðan í Premier League:
1. Tottenham 25
2. Liverpool 25
3. Leicester 24
4. Southampton 23
5. Chelsea 22
6. Manchester City 20
7. West Ham 20
8. Everton 20
9. Manchester United 20
10. Wolves 20
11. Aston Villa 18
12. Crystal Palace 17
13. Newcastle 17
14. Leeds 14
15. Arsenal 13
16. Brighton 10
17. Burnley 9
18. Fulham 8
19. West Bromwich 7
20. Sheffield United 1 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder