Fótbóltur

Krea og FSF lætta um nevndararbeiði í føroyskum fótbólti

Hetta verður gjørt fyri at lætta um tað stóra og sjálvbodna arbeiði í føroysku fótbóltsfeløgunum.

Jaspur Langgaard, stjóri í KREA, leggur nýggju Intranetskipanina fram fyri feløgunum - Mynd: Andrass Thomsen

Jaspur Langgaard, stjóri í KREA, leggur nýggju Intranetskipanina fram fyri feløgunum - Mynd: Andrass Thomsen

2018-12-05 12:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í eina tíð hevur verið arbeitt við einari Intranetskipan, ið føroysku fótbóltsfeløgini kring landið skulu brúka. Skipanin er gjørd við tí endamáli, at lætta um hjá teimum, ið fáast við nevndararbeiði í feløgunum. Millum annað við at savna alt viðkomandi tilfar í eina skipan, ið øll feløgini hava atgongd til.

Intranetskipanin er ment í samstarvi við KT-fyritøkuna KREA í Saltangará. Týsdagin var introskeið á Svangaskarði á Toftum fyri nøkrum av feløgunum, og hósdagin verður skeiðið í FSF-húsinum í Havn.

- Vit arbeiða alla tíðina við at gera umstøðurnar hjá feløgunum betri. Tað verður gjørt eitt ómetaliga stórt sjálvboði arbeiði í feløgunum kring landið. FSF ynskir tí at geva feløgunum so góðar arbeiðsumstøður sum tilber, og hendan skipanin kemur vónandi at hjálpa væl til, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder