Annað

Kroatia vísti stóra styrki og er víðari

Argentina er í trupulleikum eftir enn ein lakan dyst. Kroatia vann uppiborið 3-0 í Nishny Novograd.

Messi og Argentina vóru fyri 3-0 ósigri fyri einum vælleikandi Kroatia-liðið. Nú verður tað tungt hjá Argentina at koma víðari
(Mynd: EPA)

Messi og Argentina vóru fyri 3-0 ósigri fyri einum vælleikandi Kroatia-liðið. Nú verður tað tungt hjá Argentina at koma víðari (Mynd: EPA)

2018-06-21 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir og bert eitt stig. Hetta er úrtøkan hjá Argentina eftir tveir dystir. Kroatia og Argentina leiktu ein inntensan dyst, ið var rættliga javnur í fyrra hálvleiki. Men í 2.hálvleiki fall Argentina saman, og Kroatia var framúr. Eitt stórt málmansdropp og eitt frálíkt langskot vóru við at søkka Argentina.

Argentina fekk bert javnleik ímóti Íslandi, meðan Kroatia var komið væl frá byrjan ímóti Nigeria. Bæði liðini løgdu hart út við høgum trýsti, og Kroatia hevði ein stóran møguleika beinanvegin. Nærdystirnir vóru harðir, og longu í 1.hálvleiki vóru ónollir at síggja. Leikferðin var høg, og um miðjan fyrra hálvleik hevði fyrst Enzo Perez ein risamøguleika, og síðani Mario Mandzukic í hinum endanum.

Kroatia nærum mansvardi Lionel Messi, har Marcelo Brozovic gjørdi eitt frálíkt arbeiði á verjukenda miðvøllinum. Argentina skapti lítið í spælinum, men stutt eftir leiðslumálið hjá Kroatia fekk suðuramerikanska liðið ein stóran duppultmøguleika inni í fimm-metrinum, men fyrst var málverjin Subasic fyri, og síðani Rakitic.

Tíðliga í 2.hálvleiki kom Kroatia á odda, og talan var um eitt stórt málmansdropp frá Willy Caballero. Nakað trýstur av Ante Rebic megnaði hann onkursvegna at spæla bóltin til hann, og so smekkaði Rebic til. Talan var um góðan hálvfluktara, men eisini um eina sanna gávu frá Chelsea-málverjanum. 

Lívligi Jorge Sampaoli royndi at broyta gongdina við at seta Gonzalo Higuain og Pablo Dybala inn, men Kroatia var omaná, og sá vandamikið út uppá umstillingar ímóti veiku verjuna hjá Argentina. Tíggju minuttir fyri tíð økti Luka Modric við einum sera góðum langskoti úr áleið 25 metrum. Í yvirtíðini gjørdist næstan talan um eyðmýkjing, tá Ivan Rakitic ótarnaður kundi rulla bóltin í málið til 3-0. Sera vælleikandi Barcelona-leikarin var nær við at skora uppá eitt frálíkt fríspark stutt framanundan hesum.

Argentina vísti manglandi vilja og hugburð í 2.hálvleiki, og takkilingar og irritatiónsløturnar vórðu harðari og fleiri. Nicolas Otamendi skuldi verið útvítur fyri a tsparka bóltin í høvdið á liggjandi Rakitic. Tað sær út til, at liðið hjá Sampaoli hevur nógv at arbeiða við til týsdagin.

Argentina skal nú vinna seinasta dystin á Nigeria, og um Ísland fær stig í morgin, so er lagnan ikki bert í hondunum hjá Argentina. Kroatia er víðari: Tveir dystir og málúrtøkan 5-0. Vælskipaða, vælspælandi og hartarbeiðandi liðið hevur higartil verið eitt sera jaligt íkast til HM-endaspæli, sjálvt um nakrar ónollur vóru í kvøld.

Í morgin klokkan 16.00 spæla Ísland og Nigeria, og bæði tevja helst møguleikan fyri at koma víðari nú. 

Kroatia - Argentina 3-0(0-0)

53.min 1-0: Ante Rebic
80.min 2-0: Luka Modric
90.min 3-0: Ivan Rakitic

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder