Leygardagin kunngjørdi Hondbóltssamband Føroya, at kappingarárið 2019/2020 var av. Okkara-deildin og SMS-deildin verða ikki spældar lidnar, og eingin føroyameistari verður.
Í grundgevingini stóð millum annað hetta:
- Aftaná at politiska skipanin áðrenn páskir mælti til, at kappingar í m.a. hondbólti kunnu byrja aftur 9. mai, vendi Hondbóltssambandið sær sum avrátt til Corona-ráðgevingina við einum uppskoti til mannagongd til, hvussu venjingar og dystir kunnu verða lagdir til rættis. Hondbóltssambandið skilir svarið frá Corona-ráðgevingini soleiðis, at tað undir núverandi umstøðum verður frámælt, at hondbóltsvenjingar og dystir verða fyriskipað tær næstu vikurnar.
Les meira: HSF: Kappingarárið er endað
Tilgongdin hjá Hondbóltssambandinum við at fara í gongd aftur varð tengd at tilmælunum frá landsins myndugleikum og heilsumyndugleikunum. HSF setti seg í samband við korona-ráðgevingina. Har varð ein ætlan sent, sum snúði seg um, hvussu hondbólturin best kundi fara í gongd aftur við venjingum og dystum. Tann ætlanin var so nógv sum møguligt í tráð við tilmælini, sigur Gunn Ellefsen forkvinna í Hondbóltssambandinum. Hetta varð millum annað í mun til at spritta, hvussu leikararnir skuldu skifta, og at øll í høllini uttan leikararnir á vøllinum høvdu meira enn tveir metrar frástøðu.
Tað sum Honbóltssambandið varð møtt við, var ikki so nógv ein víðari ráðgeving, sum vónað og væntað varð:
- Vit fingu greitt at vita frá Korona-ráðgevingini, at tað var ein smittuvandi í samband við hondbólt. Hetta vistu vit sjálvandi áðrenn. Tað varð síðani munnliga greitt víðari frá, at politiski myndugleikin hevur sagt, at tit kunnu fara í gongd at spæla 9. mai, men at heilsufakliga kundi ikki mælast til at venja fram ímóti tí – hóast tilmæli um reinføri o.a. vórðu fylgd.
Korona-ráðgevingin frámælti, at kontaktítróttur verður komandi tíðina, og mælti eisini frá at venjing fór fram áðrenn 4. mai, ið er nýggja skeringsdagfestingin í føroysku koronaætlanini.
Gunn Ellefsen sigur við Portalin, at í skrivinum, og tá hon so tosaði við Koronaráðgevingina, tyktist hugburðurin greiður:
- Tit kunnu, men tit burdu ikki gjørt tað
Forkvinnan setti seg eisini í samband við onnur við heilsufakligari vitan, og boðini vóru greið: Eingin segði, at tit burdu vant komandi vikurnar
Tað gjørdist síðani greitt fyri Gunn Ellefsen og HSF, at um mælt verður frá at venja áðrenn 4. mai í fyrstu syftu, og skeringsdagfestingin hjá HSF fyri kappingarenda er sett at verða 31. mai, so fór tað at vera sera trupult.
- Ov lítil tíð at avgreiða áðrenn freistina – so einfalt sum tað. Tað var ikki ”tann lætti útvegurin”, ið vit tóku. Vit hava roynt at gjørt okkum ómak við at vera í samband við feløgini, og við at gera eina ætlan sum so nógv sum møguligt er í tráð við tilmælini. Hóast politiski myndugleikin mælti til 9. mai sum byrjanardagfesting áðrenn páskir, so var Korona-ráðgevingin ikki samd í hesum.
Gunn Ellefsen var í samband við umboð fyri øll feløgini, áðrenn avgerðin varð kunngjørd leygardagin:
- Eg tosaði við allar formenninar og forkvinnurnar. Øll skilja, hví kappingin steðgar, sjálvt um man gjarna hevði vilja spælt. Liðini fara í gongd við at venja aftur, tá tilmælini eru til tað, og vit fara møguliga at skipa fyri smærri kappingum, um tað ber til í summar - fyri bæði eldri og yngri.
H71 var greitt oddalið í Okkara-deildini
Avgerðin um at eingin føroyameistari verður, varð sambært forkvinnuni einføld:
- Í SMS- og Okkara-kappingunum verður FM avgjørt í finaludystum. Tað vóru fortreytirnar áðrenn, og tað broyta vit ikki uppá, nú vit ikki eru komin har til. Tað manglaði ógvuliga lítið í kappingunum hjá flestu barna- og ungdómsdeildunum, og tí vóru føroyameistarar kosnir har.
At ítróttur, sambært landsmyndugleikunum, kann byrja aftur, hevur vakt undran hjá fleiri í samfelagnum, nú tilmælini um frástøðu, og at ikki samlast í bólkum enn meira enn tíggju, enn eru galdandi:
- Eg havi møtt spurningum sum: ”Hví kunnu tit spæla hondbólt, tá vit ikki kunnu eta páskadøgurða saman” Tað kann eisini ávirka arbeiðsplássið, tí summir arbeiðsgevarar hava gjørt vart við, at teir ikki høvdu verið so glaðir fyri, at ein persónur fór at spæla hondbólt í hesum døgum, serliga tá viðkomandi er í einum starvi á einum serliga útsettum øki.
- Vit ynskja, at hondbóltur skal síggjast sum nakað gott fyri heilsu, trivnað o.a - vandi er fyri, at hugburðurin til ítrótt kann broytast til nakað negativt, um vit eru so gramm eftir at enda kappingina, at vit velja at síggja burtur frá teimum heilsufakligu tilmælunum, sigur Gunn Ellefsen at enda
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald