Hondbóltur

Kunnu avgera alt sjálvir

Ymisk roknistykkir kunnu koma í spæl sunnudagin, men um Føroyar vinna ella fáa stig í Eysturríki er ikki neyðugt at stúra fyri EM-plássinum. Annars eru tað innanhýsis stig/mál.

Ein fullsett høll og eitt vælspælandi føroyskt lið. 33-26 sigurin í gjár kann, saman við hinum úrslitunum higartil, vera nóg mikið til eitt EM-atgongumerki (Mynd: Sverri Egholm)

Ein fullsett høll og eitt vælspælandi føroyskt lið. 33-26 sigurin í gjár kann, saman við hinum úrslitunum higartil, vera nóg mikið til eitt EM-atgongumerki (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-27 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóri og søti sigurin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í gjárkvøldið merkir, at Føroyar eru í góðari støðu, í mun til at spæla seg til EM-endaspælið næsta ár.

EM-undankappingarbólkur 4 -  5. og næstseinasta umfar
Høllini á Hálsi 26. apríl
Føroyar - Ukraina 33-26 (17-12)

Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig

Føroyar eru betri enn Ukraina innanhýsis, men Rumenia er betri enn Føroyar innanhýsis

Portalurin fer ikki at greiða frá øllum møguleikunum út í æsir her, tí teir eru so nógvir. Tað er tó greitt, at Føroyar í løtuni eru bestar av trý'arunum. Tað eru bert stigini móti liðum, ið enda í topp-tvey, sum telja her. Av tí at Føroyar vunnu annan dystin á Rumenia, liggja okkara so væl fyri. Rumenia er nummar tvey í okkara bólki.

Tað er næstan eisini heilt greitt, at okkara tryggja sær eitt EM-pláss við í minsta lagi at fáa stig í Eysturríki sunnudagin. Um tað ikki skal røkka, so skulu fleiri "undur til": Tað vil siga, at Italia, Bosnia, Estland øll skulu fáa minst trý stig næstu dagarnar, umframt at tey betra væl og virðiliga um málúrttøkuna. Grikkaland skal eisini fáa stig í Niðurlondum. Øll hesi fýra londini, ið Føroyar kappast við eru - eins og okkara - undirtippað.
[object Object]
Roknistykki yvir trý'ararnar sum tað stendur nú - Italia, Bosnia og Estland spæla øll í kvøld, og skulu vit vóna, at tey ikki fáa stig til høldar (Mynd: EHF/Wikipedia)

Hóast Føroyar tapa, so kann nógv verða bjargað við, at Ukraina ikki vinnur á Rumenia í okkara bólki. Føroyar eru betri innanhýsis enn Ukraina men verri enn Rumenia. Tapa Føroyar, samstundis sum Ukraina vinnur, so enda øll hesi trý á fýra stigum, og so er tað eitt roknistykki við samanlagdari innanhýsis málúrttøku. Har eru rumenar í bestu støðuni, sum nú er - Ukraina er ringast fyri. Tí kann tað gerast umráðandi fyri føroyingar, at sigurin í gjár gjørdist so greiður.

Um Føroyar fáa fleiri stig móti Eysturríki, enn Rumenia fær móti Ukraina, so er líkamikið við hesum roknistykkinum um besta trý'ara: So eru okkara víðari sum nummar tvey í bólkinum. Av tí at Eysturríki vann á rumenum í gjár, hava eysturríkar einki at spæla fyri sunnudagin. Teir eru tó framvegis favorittar móti Føroyum - tvey mál vóru á muni millum liðini í Føroyum. 

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði 13 mál og legði upp til níggju. Hann var ikki við í fyrra dystinum móti Ukraina ella seinast móti Eysturríki - Elias verður aftur ein lykil sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið skal hugsavna seg um at vinna næsta dyst eisini, men skal fyrst í dag hugsavna seg um restitutión - teir, ið spældu lítið ella einki hava eina harðari venjing. Venjing er síðani aftur í morgin, áðrenn leiðin gongur til Eysturríkis, umvegis Keypmannahavn og Zürich leygardagin. Brakið í Bregenz stendur klokkan 17 sunnudagin. Eftir tann dystin vita vit, um vit skulu við til EM-endaspælið næsta ár ella ikki. Føroyska liðið hevur eftir sigurin í gjár lagunan í egnum hondum.

Portalurin verður til staðar til venjing seinnapartin og eisini á túrinum til Eysturríkis. Tað vil siga, at vit hava landsliðstilfar allar teir næstu dagarnar og fylgja føroysku monnunum tætt í royndini at koma til EM-endaspælið 2024. 

6. og síðsta umfar í bólki 4
Sunnudagin 30. apríl

17.00:
Eysturríki - Føroyar
Ukraina - Rumenia (spældur í Týsklandi)

Sí eisini: 
Føroyar fleiri fet nærri EM-endaspælinum
Myndir: Føroyar - Ukraina
Video: - Nøkur hæddarpunkt av Hálsi

Samrøður:
Óli Mittún: - Hetta er óbeskrivilig
Elias Ellefsen á Skipagøtu - Hava heimsins besta heimavøll
Pauli Jacobsen: -Størsti dysturin eg havi spælt fyri A-landsliðið
Peter Bredsdorff-Larsen: - Tað er trupult hjá øllum at koma til Tórshavn
- Helgi Hildarson Hoydal: - Eginleikarnir í álopspartinum eru í heimsflokki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder