Hondbóltur

Video: - Nøkur hæddarpunkt av Hálsi

Evropeiska hondbóltssamgongan hevði sent millum annað frásøgufólk til lykladystin í kvøld. Føroyar vunnu við sjey málum á Ukraina og eru á gáttini til EM.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-26 23:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjóneykan var á stóra dystin í føroyska høvuðsstaðnum. Sum vanligt hevur EHF nøkur hæddarpunkt á sínari Youtube-síðu. Hesuferð er tað tó við frásøgufólki til dyst hjá Føroyum.

Við føroyskum brillum er tað eitt sindur harmiligt, at EHF hevur valt at tikið lutfalsliga fá føroysk mál við. Føroyar vunnu jú 33-26, og tí er tað undaligt, at eini 7-8 ukrainsk mál verða víst og bert fýra hjá Føroyum (trý hjá Eliasi) Ikki tí at nøkur langskotunum hjá Ukraina vóru góð og eisini ein snildur flúgvari í vinstru. Um tað er tí, at tað sá ov lætt út hjá Føroyum skal ikki kunna sigast.

Gamaní eru tvær av mongu stórbjarginunum hjá Paula Jacobsen í brotunum, ið er tríggjar minuttir til longdar og sæst ovast - tað eina er brotsskast - og mann fær nakað av róminum úr Høllini á Hálsi við.

Til ber at síggja allan dystin við upptakt o.ø á kvf.fo. Øll frásøgnin hjá FM1 er eisini løgd út á midlar.fo
 

Sí eisini:
 
Føroyar fleiri fet nærri EM-endaspælinum
Myndir: Føroyar - Ukraina

Samrøður:
Óli Mittún: - Hetta er óbeskrivilig
Elias Ellefsen á Skipagøtu - Hava heimsins besta heimavøll
Pauli Jacobsen: -Størsti dysturin eg havi spælt fyri A-landsliðið
Peter Bredsdorff-Larsen: - Tað er trupult hjá øllum at koma til Tórshavn
- Helgi Hildarson Hoydal: - Eginleikarnir í álopspartinum eru í heimsflokki

EM-undankappingarbólkur 4 -  
5. og næstseinasta umfar
Høllini á Hálsi 26. apríl
Føroyar - Ukraina 33-26 (17-12)

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 mál
Óli Mittún 7 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Tróndur Mikkelsen 2 mál 

Bjargingar: Pauli Jacobsen 15/40 (37,5 prosent)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-5 
15 min: 10-7 
20 min: 12-8
25 min: 14-11

35 min: 19-13
40 min: 24-16
45 min: 26-19
50 min: 27-22
55 min: 30-24

Útvísingar: 
Ukraina: 4
Føroyar: 2

Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig

Føroyar eru betri enn Ukraina innanhýsis, men Rumenia er betri enn Føroyar innanhýsis

6. og síðsta umfar í bólki 4
Sunnudagin 30. apríl

17.00:
Eysturríki - Føroyar
Ukraina - Rumenia (spældur í Týsklandi)

Portalurin verður við á ferðini til Eysturríkis, og hava vit ymiskt tilfar úr landsliðsleguni næstu dagarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder