Fótbóltur

Kunnu ikki vænta greið boð fyrr enn mánadagin

UEFA hevur enn ikki tikið endaliga støðu. Hóast hetta fyrireikar KÍ seg til dyst móti Young Boys í Sveis mikudagin.

Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-22 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin endalig støða er tikin í málinum um Champions League-dystin sum skuldu spælast í Klaksvík seinnapartin í gjár. Tað ger KÍ greitt á heimasíðu sínari seinnapartin, eitt lítið samdøgur eftir at dysturin móti Slovan Bratislava varð avlýstur.

Og tí er tað enn óvist, um KÍ er komið víðari í Champions League kappingini. Felagið hevur fingið boð um, at støðan við avlýsta dystinum, verður skundviðgjørd á fundi í aganevndini hjá UEFA mánamorgunin.

- Í skrivi ger UEFA greitt, at úrslitið á heimasíðu teirra, sum vísir, at KÍ hevur vunnið dystin 3-0, er eitt mistak í teirra egnuskipan, tá dystir verða av ongum. Og tí undirstrikar UEFA, at ongin endalig støða er tikin í málinum enn, skrivar KÍ á heimasíðuni.

- Vit kunnu ikki vænta greið boð frá UEFA fyrr enn mánadagin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.

Kortini arbeiðir KÍ, sum um at liðið skal avstað, tí tað eru boðini frá UEFA. Millum annað hevur felagið sent umbøn um at útseta dystin í Bern eitt samdøgur.

- Tað er gjørt eftir áheitan frá UEFA, men Young Boys skulu spæla steypafinalu sunnudagin, og tí var svarið frá teimum noktandi, sigur Tummas Lervig, formaður, og leggur afturat, at boðini frá UEFA eru, at bæði feløgini skulu halda fram við sínum fyrireikingum til at fara til Sveis.

Soleiðis segði liðskiparin hjá KÍ stutt eftir avgerðina hjá UEFA at avlýsa dystin í gjár:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder