Annað

Kurvabóltur: Ravnur – Sporðdrekin 44-51

Sporðdrekin vann í gjár ein sera tættan dyst móti Ravni í Trygd-kappingin.

2018-10-21 10:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá Sporðdrekin og Ravnur hittast er sum oftast talan um tættar dystir og í gjárkvøldið var als einki undantak. Áðrenn 4. fjórðingurin byrjaði stóð á jøvnum 40-40, so lagt var upp til ein sera spennandi enda av dystinum. Síðsta fjórðingin tók Spoðdrekin yvir og kláraðu við ein sera góðum síðsta fjorðingi, at vinna dystin og harvið eisini vinna sín næsta dyst í ár.

Gongdin í dystinum:

Fyrsti fjórðingur: 16-14

Annar fjórðingur: 26-28

Triði fjórðingur: 40-40

Endaliga úrslitið: 44-51

Flestu stig í dystinum fingu Bjarni W. Zachariassen fyri Ravn 18 stig og fyri Sporðdrekan, Magnus Jakobsen 21 stig.

Søguligur dystur verða komandi leygardagin í Trygd-kappingini, tá ið Hávur á fyrsta sinni spælir dyst á nýggja vøllinum í KÍ-høllini leygardagin móti Hamar. Sunnudagin spæla nýggja Sporðdreka liðið á Argjahamri móti Hamar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder