Tað sá ikki bara illa út, men sambært nógvum var tað so at siga ómøguligt. Kiel var fyri knúsandi tapið í Fraklandi í fyrru Champions League fjórðingsfinaluni, men nógv kann verða broytt nakrar dagar seinni í hondbólti.
Wunderino leikhøllin í Kiel var í kvøld karmur um eitt slag av hondbóltsundrið. Ikki tí; Kiel eigur at vera sterkari enn Montpellier, men týska stórfelagið hevur verið skinklandi í ár, og nógv manglaði í til fyrra dystin.
Heimaliðið fekk rímiliga skjótt eina leiðslu, og í steðginum var hon fimm mál. Hetta talið skuldi tvífaldast í 2. hálvleiki, og tað eydnaðist hjá "sebra'unum" í kókandi høllini, har túsundtal áskoðarar løgdu trýst á Montpellier.
Eina løtu í 2. hálvleiki kom stígur í álopið hjá Kiel, men so fór leiðslan upp á 6-7 mál, og tá nakrir fáir minuttir vóru eftir: á níggju og síðani tíggju mál (31-21). Einki mál kom afturat í dystinum. Serliga sviin Eric Johansen og eysturríkarin Mykola Bilyk vísti vegin í álopinum, saman við týsku strikuspælarunum Pekeler og Wiencek, men tað ver sterki verjuparturin, ið var lykilin.
Henrik Pekeler er komin aftur frá skaða, og hann var ein lykil hjá Kiel í kvøld (Mynd: EPA)
Kekkiski Tomas Mrkva kom tíðiliga inn í málið, og hann var ein lykil við tólv bjargingum. Hetta serliga í 2. hálvleiki og seinastu løtuna har einki fór inn. THW Kiel skoraði seinastu fýra málini í dystinum, Mrvka bjargaði í seinasta minuttinum, og so var nærum óveruligur fagnaður millum áskoðarnar, venjarar og spælarar - millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Føroyski spælskiparin er við at koma fyri seg eftir ein stoyt í knæðið. Elias var als ikki á dómaraseðlanum í fyrsta dystinum og sat á bonkinum allar 60 minuttirnar í kvøld. Um tað var taktiskt/vegna góðu gongdina hjá hinum, ella tí knæðið ikki er í so góðum standi, er óvist.
Í næstu viku skulu Føroyar spæla avgerandi dystir um at koma til HM. Har hevur man tørv á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
21-ára gamli hoyvíkingurin kann so í kvøld fegnast um, at dreymur hansara um at spæla í Final Four í Champions League allrhelst gongur út um stórar fimm vikur: Tá skal Kiel til Köln at stríðast við Aalborg, Magdeburg og allarhelst Barcelona um Champions League-heiti.
(Mynd: Eurohandball)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald