Hondbóltur

Kvinnulandsliðið úttikið til EM- og HM-fyrireikingar

Liðið venur saman í Føroyum 15. - 21. september. Einki óvæntað er sum so í stóra hópinum, men nakrar hava skift felag. Føroyar spæla EM-undandystir í november og HM-endaspæl í november-desember.

Rakul Wardum úr danska Skanderborg er tann elsta av ungu málverjunum - Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skal spæla fyri barndómsfelagið VÍF aftur, og hevur harvið styttri til hesar landsliðsvenjingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum úr danska Skanderborg er tann elsta av ungu málverjunum - Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skal spæla fyri barndómsfelagið VÍF aftur, og hevur harvið styttri til hesar landsliðsvenjingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-27 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir summarsteðg fara ymisku hondbóltskappingarnar í gongd aftur, og A-landsliðsvirksemi hjá kvinnum fer í gongd við einum landsliðsvindeygað beint eftir hálvan september.

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at venjingar verða í Føroyum í døgunum 15. til 21. september. 

Talan er um fyrireikingarnar til komandi EM-undankapping og HM-endaspælið.

EM-undankapping
Føroyar skulu royna at spæla seg til annað EM-endaspælið á rað. Hetta við at spæla í truplum bólki saman við Íslandi, Montenegro og Portugal.

Fyrsti dysturin er á útivølli á Hafnarfjørðinum 15. oktober. Tríggjar dagar seinni, leygardagin 18. oktober, taka Føroyar ímóti Montenegro við Tjarnir. Hetta er hægst styrkismetta liði í bólkinum

Hinir fýra dystirnir í undankappingini verða spældir á vári 2026. Endaspælið verður næsta vetur.

HM-endaspælið
EM-undandystirnir eru eisini eitt slag av fyrireiking til HM-endaspælið í Týsklandi í november og desember.

Har eru Føroyar eisini í bólki við Montenegro, umframt Spania og Paraguay. Trý lið úr hvørjum bólki koma víðari til meginumfarið. Føroyar spæla 26. november, 28. november og 30. november.

Ein venjingardystur er á skránni áðrenn HM-endaspælið: Ísland vitjar við Tjarnir leygardagin 22. november.

Atgongumerki til HM-dystirnar hjá Føroyum kunnu keypast her

Stórur hópur til venjingarnar
Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar til venjingar í Føroyum 15. – 21. september:

Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Gylta á Neystabø, Kyndil

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Hervør Niclasen, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Strikuspælarar:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Bakspælarar og verjuspælarar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Lukka Arge, H71

Í mun til EM-endaspælið í fjør og HM play-off dystirnar eru Bjarta Høj og Turið Arge Samuelsen ikki har - tær eru givnar.

Sí eisini: Brynja og Turið: Krevur og kostar nógv at vera her á landsliðnum

Bjørk Franksdóttir Joensen situr framvegis úti við knæskaða, og vegna barnsburð er Annika Fríðheim Petersen ikki tøk enn. Hon fer tó at royna at gerast til reiðar til HM-endaspælið. Gylta Djurhuus á Neystabø, sum gjørdi vart við seg til U19 EM og sum nú verður fyrsti málverji hjá Kyndli, sleppur veruliga at royna seg. Gylta og Silja Arngrímsdóttir Müller, sum er komin aftur til Neistan eftir gullheiðursmerki í Íslandi, eru afturat Rakul Wardum.

Vár Bentsdóttir Zachariasen stendur sum ein avloysari hjá Brynju, spælarar sum Marianna Geirsdóttir Eystberg banka nú uppá, og so er spennandi á vongplássunum, har tríggjar hava skift felag.

[object Object]
Rannvá Olsen til HM play-off dyst við Tjarnir í apríl. Nú skal vestmannakvinnan royna seg í donskum hondbólti - í næstbestu deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Brynhild Pálsdóttir hevur spælt rímiliga nógv á høgra vongi - millum annað í EM-dystinum móti Danmark har 22-ára gamla hoyvíkskvinnan skaraði framúr. Nú skal hon spæla í donskum hondbólti. Brynhild er nýggjur liðfelagið hjá Mariannu Eystberg í Ydun. Felagið á Frederiksberg spælir í næstbestu donsku deildini.

Tað ger Ejstrup/Hærvejen eisini. Har skal Rannvá Olsen nú royna seg. 22-ára gamla vestmannakvinnnan hevur spælt á vinstra vongi á landsliðnum, og har skal Rannvá framhaldandi kappast við serliga Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Hervør Niclasen. 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen fer hinvegin: Úr donskum hondbólti til barndómsfelagið VÍF. Vestmannakvinnan hevði eitt tungt ár í Aalborg. Lív hevur verið fyrsta val á høgra vongi seinastu árini, og hevur eisini stóran týdning í verjuspælinum hjá Føroyum. Karin Egholm bankar annars eisini meira og meira á sum høgri vongur.

Elsa Egholm er løgd afturat Zachariasen-tvíburðunum í Ajax København, og harvið skulu seks av teimum í hópinum spæla í næstbestu donsku deildini hetta kappingarárið.

Liðskiparin Pernille Brandenborg er fyri fyrstu ferð farin úr donskum hondbólti. Hon spælir nú við norska stórfelagnum Storhamar. 

Sum sæst niðanfyri skulu nógvar royna seg tær fyrstu venjingarnar. Umframt Natasju Hammer, sum aftur skal spæla í Íslandi, er talan um seks spælarar, ið vóru við til U19 EM í summar.

Luttaka frá mánadegnum 15. til mikudagin 17. september:
Natasja Hammer, Stjarnan (ISL)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Sára Berg á Lag, H71
Elida Joensen, H71
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder