Annað

Kvinnur hjá EBS/Skála skulu til Litava

Lutakast hevur verið til undankappingini í Champions League.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-06-22 16:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag var lutakast um hvussu skal spælast í undankappingini í Champions League kappinigni hjá kvinnum. Føroyar verða í ár umboðaðar av kvinnunum úr EBS/Skála, sum gjørdust føroyameistarar seinasta kappingarár.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at EBS/Skála skulu til Litava at leika dystir. EBS/Skála endaðu í bólki saman við Gintra-Univercitetas úr Litava, FC NSA Sofia úr Bulgaria og FC Honka úr Finnlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder