Hondbóltur

Kvinnurnar hjá ÍBV í finaluni - menninir spæla um finalupláss í kvøld

Eftir sigur á Haukum, har Natasja Hammer spælir, er greitt, at Ingibjørg Olsen og ÍBV skulu spæla um íslendska meistaraheiti. Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru í triðju hálvfinaluni.

Ingibjørg Olsen úr Vestmanna og íslendska lið hennara eru nú í finaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Ingibjørg Olsen úr Vestmanna og íslendska lið hennara eru nú í finaluni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-10 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er spenningur í hjá "størsta føroyingarfelagnum" í Íslandi. ÍBV hevur framvegis møguleika at vinna íslendska meistaraheitið - hetta er greitt eftir hálvfinalusigurin hjá Ingibjørg Olsen og liðfeløgunum á Haukum í gjárkvøldið.

ÍBV var favorittur í hálvfinalurøðini men hevur havt sítt baks við liðnum úr Hafnarfirði. Hetta er millum annað Natasju Hammer at taka. Føroyski landsliðssbakkurin skoraði nógv mál í røðini. Millum tey var avgerandi málið í einari av hálvfinalunum.

Les eisini: Natasja tryggjaði Haukum týðandi hálvfinalusigur

Tað stóð á jøvnum 2-2 eftir fýra hálvfinalur. Liðini høvdu vunnið sínar heimasigrar, og ÍBV sigraði eisini á Vestmannaoyggjunum í gjár. ÍBV var á odda 12-11 í steðginum, og tað bendi á, at tað fór at verða líka tætt sum í hálvfinalu 2 og hálvfinalu 3, har munurin bert var eitt mál. Heimaliðið hevði tó munin eftir steðgin, og vann 27-23.

[object Object]
Kappingarárið hjá Natasju (t.h - nr.9) og liðfeløgunum í Haukum er nú av (Mynd: Sverri Egholm)

Marta Wawrzynkowska í málinum hjá ÍBV spældi stóran leiklut. Natasja Hammer fekk eitt mál ímóti henni. 

ÍBV og Ingibjørg Olsen spæla fyrstu finaluna um íslendska meistaraheitið fríggjakvøldið á Vestmannaoyggjunum. Valur úr Reykjavík er mótstøðuliðið. Tað er liðið, ið fyrst vinnur tríggjar finalur, sum gerst meistari.

Mennirnir hava eisini møguleikan 

Mansliðið liggur væl fyri í Ólis deildini. ÍBV hevur vunnið tvær tær fyrstu hálvfinalurnar og spælir í kvøld triðju hálvfinaluna. Mótstøðuliðið hjá monnunum er eisini av Hafnarfjørðinum, og í kvøld skulu Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus royna at vinna seg í finaluna. 

FH skal vinna tríggjar finalur á rað fyri at taka finaluplássið frá ÍBV. Dysturin í Kaplakriki í kvøld byrjar klokkan 18.

[object Object]
Havnarmaðurin og hoyvíkingurin á Vestmannaoyggjunum - teir kunnu spæla seg í finaluna í kvøld (Mynd: ÍBV) 

Tað gjørdist sunnukvøldið greitt, at Fjølnir og føroyingurin Andri Kristiansson Hansen ikki flutti upp. Unga liðið úr Reykjavík stóð seg ógvuliga væl í næstbestu deildini og taptu fimtu og avgerandi finaluna um uppflyting við einum máli.

Málverjin av Skála bjargaði millum annað brotskasti móti endanum, men hetta var ikki nóg mikið. Andri heldur helst ikki fram í felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder