Hondbóltur

Kvinnurnar sett kós móti Eysturríki

Seinni dysturin millum liðini hesa vikuna verður leiktur seinnapartin í morgin. Dysturin verður vístur í Kringvarpinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-04 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin klokkan 16:30 verður seinni dysturin millum kvinnuliðini hjá Føroyum og Eysturríki hesa vikuna.

Og føroyski hópurin er nú á veg til Eysturríkis, og býin Maria Enzerdorff, har dysturin verður leiktur.

[object Object](Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyar vóru á odda við nøkrum málum fyrstu minuttirnar í fyrra dystinum millum liðini í Høllini á Hálsi mikukvøldið. Men sum frá leið fóru eysturríksku kvinnurnar framum, og endaðu við at vinna við fimm málum, 29-24.

[object Object]

[object Object]

Talan er um fjórða umfar í bólki 2 í HM-undankappingini, har Eysturríki hevur trý stig, og Føroyar einki hevur. Unga liðið, sum nú er stjórnað av Sonna Larsen, vísti mikukvøldið, at tað væl kann spæla við.

Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum.

Sí myndir frá fyrra dystinum

Hópurin til dystin:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ingibjørg Olsen, ÍBV 
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Brynhild Pálsdóttir, H71

Strikur:
Petra Larsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder