Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Eysturríki á heimavølli mikudagin 2. mars og á útivølli leygardagin 5. mars.
Hesum boðar Hondbóltssamband Føroyar frá í dag.
Durita Christophersen Jojic, sum skoraði tíggju mál í toppdysti í gjár, og sum er umráðandi í serliga verjupartinum á landsliðnum, hevur givið avboð. Í hennara stað hevur landsliðsvenjarin Sonni Larsen úttikið Elsu Egholm úr H71.
18-ára gamla Elsa, ið spælir sum bakkur í verju og álopi, var ein av eyðsýndu leikarunum á U19-landsliðnum, sum millum annað vunnu á Hollandi og Norðurmakedonia í European Championship í fjør summar.
Elsa í evropeiskum dysti fyri H71 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald