Annað

Kvinnurnar taka ímóti Finnlandi fríggjakvøldið

Menninir spæla Í Eysturríki fríggjadagin og leygardagin. Talan er um seinastu dystinar í Silvurliguni.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-06-05 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku A-landsliðini hjá kvinnum og monnum í flogbóltini hava í seinastuni roynt seg í 2024-útgávuni av Silvurliguni. Hetta er ein altjóða kapping fyri lond, sum ikki eru í evropeiska oddinum.

Menninir hava megnað at koppað Íslandi. Hetta var á heimavølli - fríggjakvøldið klokkan 19 skulu kvinnurnar royna seg móti Finnlandi á Hálsi

Silvurligan hjá kvinnum - Seinasta umfar
Fríggjadagin 7. juni í Høllini á Hálsi

19.00: Føroyar - Finnland

Tað verður bert hesin eini dysturin í Føroyum. Hetta tí at Bosnia-Hersegovina hevur tikið seg úr kappingini. Skriviborðssigurin á teimum er tann einasti hjá Føroyum í kappingini, sum annars høvdu fleiri tøtt sett í Luksemborg.

Menninir skulu spæla móti bæði Eysturríki og Ísrael. Hetta verður í Eysturríki.

Silvurligan hjá monnum - Seinasta umfar

Fríggjadagin 7. juni kl. 15:00
Føroyar - Eysturríki

Leygardagin 8. juni kl. 15:00
Ísrael - Føroyar 

Sunnudagin 9. juni kl. 15:00
Eysturríki - Ísrael

Kelda: fbf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder