Fótbóltur

Kvinnurnar vilja enda árið væl

Fríggjadagin skal kvinnulandsliðið aftur í eldin í UEFA Nations League, hesaferð á útivølli móti Montenegro. Tá liðini hittust í september, vann Montenegro ein tepran 1-0 sigur á Tórsvølli.

Kvinnurnar leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Montenegro (Mynd: Bjarni Enghamar)

Kvinnurnar leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Montenegro (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-12-01 07:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í UEFA Nations League, áðrenn punktum kann setast á eitt langt og drúgt kappingarár. Fríggjadagin 1. desembur verður spælt ímóti Montenegro, og síðani gongur leiðin til Aserbadjan, har seinni dysturin verður týsdagin 5. desember.

Hóast eina langa ferð, og avbjóðingum við váta undirlagnum – tað hevur regnað illa í Montenegro seinastu dagarnar – so letur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen, væl at fyrireikingunum til dystin.

– Vit eru komin langt út á árið, og fyri fleiri av okkara spælarum er kappingarárið endað. Men hóast lítla og onga dystarvenjing seinastu vikurnar, so hava vit havt møguleikan at vant saman sum hópur, og tað síggi eg sum ein fyrimun. Pílurin hevur bert peikað uppeftir síðani eg byrjaði í vár, og eg eri errin av at síggja, at spælararnir blíva við at byggja uppá.

– Vit trúgva uppá, at harða arbeiða fer at geva úrslit, og vit fara altíð á vøllin fyri at vinna. Í morgin (blaðf. fríggjadagin) er einki undantak. Vit hava havt møguleikarnar til stig í undanfarnu dystunum, so nú vóna vit at tað fer at koppa okkara veg, sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.

UEFA Nations League dysturin hjá kvinnum millum Montenegro og Føroyar á Gradski Stadion í Podgorica byrjar klokkan 12, sum er klokkan 13 lokala í Montenegro, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder