Hondbóltur

Kyndil fer í dag eftir greipuni og fyrsta FM-heitinum síðani 2019

StÍF skal hinvegin royna at leingja finalurøðina í SMS-deildini. Dysturin verður í Hoyvík, og fyrsta bríksl er klokkan 15.

Kyndil vann á Skála mikukvøldið og hevur harvið fyrsta dystarbóltin nú (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil vann á Skála mikukvøldið og hevur harvið fyrsta dystarbóltin nú (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-04 10:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu vikuna hevur Kyndil vunnið tvær FM-finalur á StíF - tí fyrru stórt og tí seinnu so smalt sum gjørligt.

Harvið kunnu havnarkvinnur avgera alt í kvøld. Kyndil hevur stolta søgu, og í 2019 vunnu tær grønkløddu greipuna við finalusigrum á VÍF.

Síðani hava kyndilskvinnur vunnu steypakappingina einaferð (2022), men nú vil Kyndil aftur hava eitt FM.

StÍF skal royna at forða fyri, at hetta gerst veruleiki og syrgja fyri at tað verður ein fjórða finala á Skála í næstu viku.

Sí eisini: Triðja finalan millum Kyndil og StÍF spæld í Hoyvík

Tað eydnaðist at tálma Turið Arge Samuelsen mikudagin við einum slagi av mansverju, sum Yuika Kurimoto meistarliga stóð fyri. Verjan fekk ørkymlað Kyndil, og serliga Natasja Hammer og Malene Madsen fingu tað at eydnast í hinum endanum.

Hetta skal aftur koyra í dag móti Kyndli, sum hinvegin vil steðga strikuspælinum og fyrstu bylgjuni hjá StÍF. Samstundis skal Jovana Stranjanac aftur finna eitt tvísiffrað tal av bjargingum fram, og fleiri loysnir liggja í álopsspælinum. Í so fall er liðið hjá Geir Wardum og Sophusi Dal-Christiansen nær gullinum.

Hoyvíkshøllinum verður karmur um triðju FM-finaluni í SMS-deildini, hóast Kyndil eigur heimavøll. Hetta er vegna stórt tiltak í Høllini á Hálsi. Harvið kann tað enda við gullfagnaði hjá teimum grønu havnarkvinnunum í Hoyvík.

Triðja FM-finalan í SMS-deildini
Í dag, leygardagin 4. mai, í Hoyvíkshøllini
15.00: Kyndil (2) - StÍF (0)

Dysturin sæst á live.hsf.fo. Portalurin verður á staðnum og hevur samrøður, samanumtøku og myndir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder