Kyndil vann sunnudagin fyrstu FM-finaluna í SMS-deildini við 18 málum. Stórur spenningur var tó í finalu nummar tvey á Skála. Hana vunnu stórfavorittarnir við einum máli.
Harvið kann Kyndil avgera alt í triðju finaluni, men ein vón er helst eisini birt hjá StÍF í mun til at fáa spenning í finalurøðina.
Hoyr hvat Turið Arge Samuelsen (Kyndil) og Malene Madsen (StÍF) søgdu eftir dystin á Skála og um komandi uppgávu niðanfyri:
Tað heldur løgna við triðju finaluni er, at hon verður spæld í Hoyvík. Kyndil hevur heimavøll, men Høllin á Hálsi er upptikin vegna stóran rundan føðingardag hjá Landssjúkrahúsinum.
Ikki heilt perfekt hjá Kyndli men tær í grønum eru helst uppsettar uppá at lyfta steypið í morgin - um tað so er í Hoyvíkshøllini. Kyndil kann tryggja sær greipuna og fyrsta FM-heitið í fimm ár.
Triðja FM-finalan í SMS-deildini
Í morgin, leygardagin 3. mai í Hoyvíkshøllini
Kyndil (2) - StÍF (0)
Fyrsta liðið, sum vinnur tríggjar finalur, gerst føroyameistari.
Portalurin verður á staðnum í Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald