VÍF royndi sunnudagin á Hálsi, men Turið Arge Samuelsen og hinar í grønum vóru ov sterkar. Tað endaði 29-27, men tað var ikki so spennandi í 2. hávleiki, sum úrslitið annars sigur.
Sí eisini: Kyndil vann fyrstu FM-finaluna - Turið við tólv málum
Nú skulu tær í gulum og bláum svara aftur. Kyndil hevur rættin til ein heimadyst fleiri í finalurøðini, av tí at Kyndil vann grundspælið.
Harvið skal VÍF so at siga vinna í Vestmanna í kvøld. Annars kunnu steypavinnararnir longu avgerða alt á Hálsi leygarkvøldið.
VÍF skal finna aðrar mátar at tálma Turið og stóru vápnum í álopunum hjá Kyndli - samstundis sum tað skal eydnast at loysa verjuna og serliga Gyltu á Neystabø í málinum hjá favorittunumm
Sí eisini: Vit síggja stórar menningarmøguleikar í Gyltu
Onnur FM-finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 19. Til ber at fylgja við ovast á Portalinum. Vit hava eisini myndir og annð frá dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald