Í gjár varð FM-heitið hjá monnum avgjørt, tá H71 vann triðju FM-finaluna á Kyndli.
Í dag varð fyrsta FM-finalan hjá kvinnan spæld á Hálsi. Har eru steypavinnararnir stórfavorittar, og Kyndil livdi eisini upp til tað í fyrstu royndini.
29-27 ljóðar ikki so greitt, men tær í grønum vóru á odda við seks málum, tá niggju minuttir vóru eftir.
VÍF fekk pyntað um tað mót endanum, men skal finna nakað annað fram, um tað skal eydnast at vinna í Vestmanna mikukvøldið kl.19, tá finala nummar tvey er á skránni.
Turið Arge Samuelsen skaraði framur við tólv málum i dag.
Kyndil vísti styrki i hálvfinalunum og er nú tveir sigrar frá føroyameistaraheitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald