
Kyndil vann í dag sum væntað greitt á Team Klaksvík. Tað endaði 39-20 á Hálsi. Harvið er endaliga greitt, at teir í grønum sleppa undan fjórðingsfinalu: Kyndil hevur vunnið grundspælið.
Liðið, sum endar á 2. plássið, kemur eisini beinleiðis í hálvfinaluna. Hetta stríðið hevur staðið millum VÍF, H71 og StÍF, men nú er stíðstnevnda úti av hesum.
StÍF var annars á odda 18-14 í steðginum í Hoyvík eftir at hava spælt heilt væl fyri steðgin. Heimaliðið át seg síðani inn við størri inntensiteti í verjuni og skarpari álopsspæli, men tað vóru eisini fýra mál á muni, tá beint undir átta minuttir vóru eftir (22-26). Restina av ferðmikla og inntensa dystinum tapti StÍF tó 7-2.
Flott komið aftur av hoyvíkingum, har Høgni Heinason, Brian Slyne og Høgni Højsted (seks mál hvør) gingu á odda í bakketuni, men har uppaftur yngri mans eisini vístu seg fram: Millum annnað Jógvan Andreas Lamhauge, Ingi Johannesen í málinum og Jón Eyðunsson Midjord á strikuni og í miðverjuni – har Sakaris Sakarisson og Rókur Ziskason manglaðu.
Sí dómaraseðil her
VÍF fylgir við hoyvíkingunum. Teir úr Vestmanna høvdu meira at spæla fyri enn kollfirðingar í kvøld og komu eisini á odda 4-0. Einasta løtan, har KÍF veruliga var omaná, var tíðliga í 2. hálvleiki. Heimaliðið var eina løtu á odda, men VÍF vendi tí aftur og vann við seks málum.
Nú er landsliðssteðgur. Eftir hann eru tvey tey seinastu umførini á skránni, og bæði VÍF og H71 hava tað í egnum hondum. Tey spæla móti hvørjum øðrum í Vestmanna 23. mars, og tað verður helst avgerandi - StÍF er nú tvey stig aftanfyri og verri innanhýsis enn bæði. Harvið skulu StÍF, Neistin og KÍF og eitt lið afturat spæla um hálvfinalupláss í apríl.
Stigatalvan í Burn-deildini sæst HER
Í SMS-deildini hjá kvinnum vann StÍF í Klaksvík í dag. Harvið skal StÍF spæla fjórðingsfinalu í kappingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald