
Í Hoyvík gjørdist tað spennandi, tí H71 tíðiliga í 2. hálvleiki fekk eina greiða leiðslu. Hoyvíkingar skuldu vinna við seks málum, og tað var í byrjanini av seinna hálvleiki, at H71 nærkaðist hesum málinum. Annars hevði tað gingið striltið fyri steðgin. Kyndil kom, eins og í dystinum hóskvøldið, væl betri frá byrjan. Tá heimaliðið tók time out eftir 8 minuttir, var 6-2 til Kyndil, og harvið var munurin 10 mál samanlagt. Men hoyvíkingar mentust. Teir fingu sítt spæl at koyra, og í 22. minutti komu teir uppá javnt – fimm minuttir seinni vóru teir á odda á fyrsta sinni.
Verjuparturin hjá Kyndli eydnaðist væl í byrjanini av dystinum, har Tòrður Guttesen aftur gjørdi um seg í málinum. Men sum fráleið fóru skotini hjá H71 at sita. Hilmar Leon Jakobsen gekk á odda, og Peter Krogh kom eisini í gongd. Í løtum tíðliga í 2. hálvleiki var H71 á odda við fimm og seks málum, og harvið lá tað og svingaði á markinum. Men Kyndil fekk yvirtakið aftur og fekk minkað um munin á degnum og trekt frá í samanlagda muninum. Teir grønu funnu sítt spæla fram aftur og Lars Black kom inn í málið og fekk fatur á fleiri umráðandi bóltum.
Myndir frá dystinum
Tá samanumkom megnaði H71 ikki at hála nóg mikið inn, og Kyndil vann, mest orsakað av frálíka avrikinum hóskøvldið og góðu byrjanini í dag. Hoyvíkingar irða seg helst um, at munurin gjørdist so stórur so tíðilga í teimum 120 minuttunum. Teir góvu nógv fyri at koma á javnt samanlangt, men tað helt ikki.
Stemningurin í høllini var sera góður. Áskoðarnir hjá báðum liðum stuðlaðu væl sínum monnum, og talan var um eina góða hálvfinalu uppá nógvar mátar. Eins og í steypafinaluni í fjør var Kyndil omaná ímóti H71, og teir grønu úr Havn hava nú møguleika at endurvinna heitið. Teir skulu royna seg ímóti grannunum úr Neistanum.
H71 – Kyndil 27-24 (14-13) - Samanlagt ein sigur uppá trý mál til Kyndil
Les eisini: Neistin víðari til finaluna eftir uppibornan sigur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald