Hondbóltur

Kyndil vann á H71 í spennandi dysti

Tær grønu úr Havn eru við at koma í gongd; í dag vunnu tær á einum av oddaliðunum.

Bára Krossteig Hansen gjørdist toppskjútti fyri Kyndil í dag við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bára Krossteig Hansen gjørdist toppskjútti fyri Kyndil í dag við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-18 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er spennandi og tætt í SMS-deildini hjá kvinnum, og í dag vísti Kyndil av álvara tenn og blandaði seg uppí. Stjørnan vann eisini og fylgir við.

Í Hoyvík tók H71 ímóti Kyndli. Útiliðið tók leiðsluna tíggju minuttir fyri hálvleik í tætta dystinum. Tá 2. hálvleikur var hálvrunnin, var Kyndil runnið avstað og var á odda við seks málum. H71 át seg tó innaftur í dystin, og var á veg til at gera eitt comeback.

Ungu hoyvíkskvinnurnar komu niður á eitt mál í seinastu minuttunum, men Kyndil helt tó fast og fekk ein umráðandi sigur. Hetta var annað tap á rað hjá H71; bæði tapini móti havnarfeløgunum við einum málið. Hoyvíkskvinnur byrjaðu kappingarárið flúgvandi við fimm sigrum. Jovana Stranjanac í málinum hjá Kyndil spældi ein sera góðan dyst í Hoyvík

Í Klaksvík var Stjørnan omaná og vann trygt á StÍF , ið er botlið. Tað var landsliðsleikarin Tóra Eliasen, ið skaraði framúr í dystinum. Stjørnan er nú komin uppá fimm stig.

Nú er steðgur í SMS-deildini í tríggar vikur, tí kvinnulandsliðið skal til Sveis at spæla HM-undankapping um mánaðrskifti. 

SMS-deildin:

H71 – Kyndil 20-19 (10-11)
Toppskjúttar: Bára K. Hansen 7, Marianna G. Eystberg 6, Eva Barba Arge 5, Maria H. Weyhe 5

Stjørnan – StÍF 23-15 (11-7)
Toppskjúttar: Tóra Eliasen 8, Judith Dam-Jacobsen 5, Emmy Kass 4, Erla J. Petersen 4


Støðan:
1. VÍF 11 stig (7 dystir)
2. Neistin 10 stig (8 dystir)
3. H71 10 stig (7 dystir)
4. Kyndil 6 stig (7 dystir)
5. Sjørnan 5 stig (7 dystir)
6. StÍF 1 stig (8 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder