Kyndil tapti fyrsta dystin móti H71, men í gjárkvøldið gjørdu teir í grønum bart og vunnu týðandi heimadystin móti StÍF í 2. umfari í bólkaspælinum.
Tað var 14-12 í steðginum, og fyrstu løtuna í 2. hálvleiki fór Kyndil frá. Munurin lá millum sjey og átta mál eina løtu. StÍF kom tó betri við og var á minus tvær ferðir innan seinastu tíggju minuttirnar.
Tað endaði tó 31-26, og harvið er Kyndil í góðari støðu: Tvey stig og Team Klaksvík á skránni í seinasta umfari.
H71 spælir í Klaksvík sunnudagin, og gongst tað sum væntað, so leggja hoyvíkingar seg á odda í bólkinum, sum tvey lið koma víðari úr.
Harvið er lagt upp til, at StÍF skal vinna við fleiri málum í Hoyvík í seinasta umfari (11. desember), um liðið av Skálafjørðinum skal hava ein møguleika at koma víðari.
Faxe Kondi-kappingin hjá monnum - 2. umfar
Hósdagin 21. november
Kyndil - StÍF 31-26 (14-12)
Toppskjúttar: Tobias Thisen 8 mál, William Skovsager og Høgni Klein Olsen 6 mál (Kyndil)
Trúgvi Hávardsson 6 mál (StÍF)
Sí dómaraseðil og dystargongd her
Sunnudagin 24. november
16.00: Team Klaksvík - H71
Skýggjamynd: HSF - tvey lið koma víðari til hálvfinalurnar
Í hinum bólkinum hava VÍF og KÍF fyrimunin eftir fyrsta umfar. H71 2 tekur ímóti VÍF í morgin, og vestmenningar kunnu næstan spæla seg víðari. Týðandi dysturin millum Neistan og KÍF, sum skuldi verða mikukvøldið, varð úrsettur vegna veður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald