Síðsta umfar í bólkaspælinum í steypakappingini hjá monnum varð spælt í gjárkvøldið.
Stóri spenningurin var í bólki 1, har Kyndil og StÍF spældu beinleiðis um annað hálvfinaluplássið. StÍF vann fyri kortum á Hálsi móti Kyndli, og í landskappingini eru liðini jøvn í stigum.
Men hesaferð vóru teir í grønum omaná og vunnu við fimm málum. StíF van seg annars frammum nakrar minutttir inn í 2. hálvleik, men Kyndil var kaldari.
Føroyameistararnir vunnu eisini bólkin. Hetta var tí, at KÍF óvæntað bert vann við einum máli á næstbesta liðnum hjá Kyndli. Kyndil 2 bjóðaði veruliga av í Kollafirði, har ungir menn sum Brandur Debes Dánialsson og Teitur Bogason gingu á odda. Tað hevði tó gingið hjá KÍF við einum ella ongum stigi, av tí at besta liðið hjá Kyndli vann á StÍF.
3. og seinasta umfar - mikudagin 10. desember:
Kyndil - StÍF 33-28 (16-14)
Sí dómaraseðil her
KÍF - Kyndil 2 27-26 (13-11)
Sí dómaraseðil her
Endastøðan í bólki 1:
![]()
Í hinum bólkinum snúði tað seg um 1. plássið. H71 og Neistin høvdu bæði vunnið á VÍF og Team Klaksvík undan seinasta umfari.
H71 var samanlagt greitt omaná í bólkafinaluni í Hoyvík, har ungu menninir Jákup Egholm og Boas Ellefsen á Skipagøtu (sjey mál hvør) gingu á odda í álopskenda spælinum. Munurin var eisini sjey mál á máltalvuni.
3. og seinasta umfar - mikudagin 10. desember:
H71 - Neistin 32-25 (16-14)
Sí dómaraseðil her
Team Klaksvík - VÍF 22-27 (8-11)
Sí dómaraseðil her
Endastøðan í bólki 2:
![]()
Sí øll úrslitini í bólkinum á hsf.fo
Hálvfinalurnar verða spældar í viku 7 í 2026, sum byrjar 9. februar. Talan verður um grannauppgerð í høvuðsstaðnum og stríð millum hoyvíkingar og kollfirðingar.
Steypafinaluvikuskiftið 2026 liggur 20. – 22. februar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald