Føroyska A-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg í løtuni til heimadystirnar í Nations League ímóti Aserbaidjan og Kosovo. Fyrra uppgávan er hósdagin, tá Aserbaidjan vitjar á Tórsvølli; dysturin ímóti Kosovo verður sunnudagin.
Føroyska liðið hevur vant á Tórsvølli í gjár og í dag. Í morgin er seinasta venjing undan fyrra dystinum, ið kann fáa avgerandi týdning.
(René Shaki, ið skoraði á Tórsvølli seinast, kýtir seg til venjing í morgun - Mynd: FSF)
Føroyska liðið byrjaði Nations League væl við 3-1 sigri á Malta á Tórsvølli. Í Pristina tríggar dagar seinni var Kosovo tó betra liðið, og vann uppibornan 2-0 sigur. Tá rakti føroyska liðið ikki dagin, og hetta iraðu venjarar og leikrarar seg um eftir dystin.
Nú er ein nýggjur møguleiki. Føroyar hava fyrimunin við heimavøllinum, og niðri í Kosovo vísti Lars Olsen á, at heimadystirnir fara at vera avgerandi fyri hvør vinnur bólkin.
Kosovo er á odda í bólkinum við fýra stigum; Aserbaidjan hevur spælt tveir javnleikir, og Føroyar liggja tískil ímillum hesini liðini á stigatalvuni. Malta hevur eitt stig.
Um føroyingar skulu gera sær vónir um at vinna bólkin, og harvið koma víðari, skulu helst í minsta lagið fýra stig til hesa vikuna. Tað verður tó torført, tí hetta eru sterk lið við leikarum við nógvum altjóða royndum, serliga við sínum feløgum, ið koma á vitjan. Føroyski møguleikin er tó sannliga til staðar.
Føroyar og Aserbaidjan spæla hóskvøldið klokkan 19.45
Fótbóltur
Lagnudystir fyri framman á Tórsvølli
Føroyska A-landsliðið hevur ógvuliga týdningarmiklar heimadystir hesa vikuna.
2018-10-09 17:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald