Hondbóltur

Landskappingin í hondbólti almenn

Kappingarárið hjá monnum og kvinnu byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið. Hesir dystirnir vera 1. september og vikuna eftir byrjar landskappingin.

Kyndil vann FM í fjør hjá kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil vann FM í fjør hjá kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-26 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.

Kappingarárið hjá monnum og kvinnum byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið, har vinnarin av steypakappingini og FM í 2024 møtast. Hesir dystirnir verða sunnudagin 1. september í Hoyvíkshøllini. Vikuna eftir byrjar landskappingin, sum koyrir til í seinasta lagi 3. og 10. mai, ávikavist í Burn og SMS deildini, hetta alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um.

[object Object]Hoyvíkingar vunnu FM hjá monnum í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Barnahondbólturin hjá U9, U10 og U12 byrjar um mánaðarskiftið september/oktober við Heystkappingini. Leiksskráin fyri barnahondbóltin kemur út eftir summarfrítíðina.

Steypafinaluvikuskiftið 2025 liggur 21.-23. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder