2019-12-08 13:30

Áhugin at gerast venjari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti hevur verið rættiliga stórur, síðan Lars Olsen í november takkaði fyri seg aftaná átta ár í starvinum.
Fótbóltssambandið hevur fingið fleiri enn 100 umsóknir, og tey nøvnini, sum nú eru eftir at velja í, kunnu teljast á einari hond. Øll nøvnini eru útlendsk.
Forsetin í Fótbóltssambandi Føroya sigur við Kringvarpið, at nýggjur landsliðsvenjari møguliga verður settur áðrenn jól, og at málið heilt víst er avgreitt, tá vit koma í fyrru helvt av januar.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald