Hesa vikuna er føroyski landsliðshópurin í frælsari ítrótt á venjingarlegu hjá Sólorku í Spania. Í ferðalagnum eru 21 íðkarar.
Harafturat eru landsliðsvenjararnir Jógvan Glerfoss, Randi Kúrberg og Rigmor Napoleonsdóttir Arge og ferðaleiðarin Gunnvá Wardum frá sersambandinum fyri frælsa ítrótt.
Íðkararnir venja bæði hart og dúgliga. Nakrar heildarvenjingar eru, men venjararnir leggja eisini dent á eina rúgvu av servenjingum við teimum einstøku íðkarunum.
Á leguni er onkur løta til aðrar upplivingar undir sólini. Tá ber sjálvandi eisini til at royna seg í onkrari aðrari ítrótt. Eitt nú hava bæði kvinnur og menn spælt “landsdystir” móti dønum í sandflogbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald