Fótbóltur

Landsliðið komið á Tórsvøll

Ein góður tími til spennandi dystin móti Kosovo.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-10-14 15:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyski hópurin kom fyri lítlari løtu síðani á Tórsvøll, har Nations League-dystur millum Føroyar og Kosovo verður seinnapartin.

Hóast okkurt æli til tíðir, er veðrið gott í Gundadali í dag. Tað er eitt sindur kalt í veðrinum, men vindurin er ikki so nógvur.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, kunngjørdi fyrr í dag liðið til dystin, og tað verður við nýggjari leikskipan við trimum leikarum í miðverjuni.

Føroyar (5-4-1):
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen – Jóan Símun Edmundsson.

Fyrsta bríksl ímillum Føroyar og Kosovo er klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder