Klokkan 19.45 lokala tíð setti flogfarið hjá Norwegian Air seg á altjóða flogvøllinum á Malta. Umborð var føroyski landsliðhópurin við venjaratoymið, hjálparfólki, umboðum frá FSF og miðlum.
Næstu dagarnar fer landsliðið at fyrireika seg í fuktiga luftlagnum í Miðjarahavinum fram ímóti fyrstu uppgávuni í EM-undankappingini. Hon verður á Ta Qali leikvøllinum leygarkvøldið (23.3)- næsti dysturin er longu týskvøldið (26.3) í Rumenia.
Heimligi leikararnir fóru úr Føroyum tíðliga í morgun, og í Kastrup komu útisetarnir við í ferðalagið. Fyrsta venjing verður í morgin fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald