Seinastu uppgávurnar í hesari EM-undankappingini eru fyri framman. Næsta fríggjadag spæla Føroyar í Oslo, og síðani verður talan um ein stuttan túr til svenska høvuðsstaðin.
Føroyingar skulu stríðast móti svium í seinasta dystinu í undankappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)
Dysturin í Stokkhólmi mánadagin 18. november er seinasti dystur, har Lars Olsen stendur á odda fyri føroyska A-landsliðnum. 58-ára gamli danin hevur verið føroyskur landsliðsvenjari í næstan átta ár, og nú stendur hann á odda fyri Esbjerg, ið er í botninum í Superligaini.
Lars Olsen hevur dagligar venjingar í Esbjerg, men hittir føroyska landsliðshópin á Sælandi fyrst í komandi viku. Hann og Jóannes Jakobsen seta í morgin navn á hópin til komandi uppgávurnar (Mynd: Sverri Egholm)
Hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen hevur staðið á odda fyri venjingunum hjá bruttohópinum, ið hevur vant regluliga síðani Betrideildin endaði. Talan er um heimligar leikarar, umframt leikararnir sum til dagliga spæla í Íslandi. Vant var nakrar ferðir í seinastu viku, mánadagin, í gjár og í dag er seinasta venjing fyri framman.
Í annaðkvøld verður hópurin úttikin, og mánadagin er fráferð til Danmarkar, har liðið fer at fyrirreika seg at fara til hini skandinavisku londini. Greitt er, at Hallur Hansson allarhelst ikki verður tøkur. Gilli Rólantsson verður tøkur aftur eftir leikbann, og Atli Gregersen fær allaehlst møguleikan at leiða føroyska liðið út á vøllin í sínum seinastu landsdystum sínum.
Fótbóltur
Landsliðshópurin verður kunngjørdur í annaðkvøld
Lars Olsen skal taka A-landsliðshópin út fyri seinastu ferð. Uppgávurnar eru í Noreg og í Svøríki.
(Mynd: Sverri Egholm)
2019-11-06 11:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald