Stórar tíggju minuttir fyri leiklok á Tórvølli týskvøldið noyddist Hallur Hansson út á síðulinjuna til viðgerð. Miðvallarin lendi illa á sínari høgru hond og fekk ein skinnara á og spældi restina av dystinum. Í viðtalu við Portalin segði 27-ára gamli leikarin, at tað ikki var eitt tema hjá honum at fara av vøllinum, og Hallur stríddist saman við hinum víðari móti sigrinum.
Hoyr samrøðuna her
Nú er greitt, at talan var um eitt lítið brot í eitt bein í hondini, og tað tekur eini fimm vikur at lekja. Hetta segði Bo Henriksen, venjari hjá Horsens, við TV3 Sport í samband við dystin móti Hobro fyrr í dag. Hann váttaði, at liðformaður hansara ikki verður tøkur komandi tíðina, og um hendan tíðarmetingin heldur, verður Hallur ikki tøkur til seinastu dystirnar í EM-undankappingini, sum verða í Oslo og Stockhólmi um miðjan november.
Fótbóltur
Hallur Hansson allarhelst ikki við í Noreg og Svøríki
Venjarin hjá Horsens segði við TV3 Sport í dag, at Hallur Hansson breyt eitt bein í hondini í landsdystinum móti Malta.
Hallur í dystinum móti Malta týskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-10-20 16:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald