Hilmar Leon Jakobsen hevur skrivað undir sáttmála við HB, sum er galdandi fyri restina av kappingarárinum.
Hesum boðar HB frá á heimasíðuni í kvøld.
Hann er mest kendur frá hondbóltinum, og tá skaðar ikki gera um seg hjá honum, er hann á besta hondbóltslandsliðnum, men Hilmar Leon hevur eiisni gjørt seg galdandi á ungdómsliðum og 1. deild hjá HB.
(Mynd: HB)
– Mær hevur altíð dámt væl at spælt fótbólt, og var tað ikki fyri ein skaða, so hevði eg satsað meira uppá tað. So hetta er líkasum fyri at vita, hvussu kroppurin reagerar uppá fótbólt á hesum støðinum. So vit taka hetta kappingarárið, og fáa at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Hilmar Leon Jakobsen við hb.fo.
HB spælir í annaðkvøld móti KÍ í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
Portalurin hitti Hilmar Leon Jakobsen eftir dystin móti ÍF leygardagin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald