
Føroyska kvinnulandsliðið savnast í september til fleiri venjingar í vikuni, har "landsliðsvindeygað" er. Talan er um týðandi fyrireikingar til EM-undandystirnar í november og HM-endaspælið í desember.
Sí eisini: Kvinnulandsliðið úttikið til EM og HM-fyrireikingar
Umframt tey skiftini hjá spælarunum, sum vóru kunngjørdar áðrenn, síggjast trý áhugaverd spælaraskifti á listanum yvir hópin. Talan er um tríggjar vongspælarar (spæla á høgra ella á vinstra vongi á landsliðnum), sum hava skift til Danmarkar ella úr Danmark í summar:
Brynhild Pálsdóttir: Úr H71 til BK Ydun (1. division í DK)
Nú 22-ára gamla hoyvíkskvinnan royndi seg fyri tveimum árum síðani eitt skifti í Ajax, har Elsa Egholm, og Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen nú spæla. Brynhild flutti skjótt aftur til Føroya men er nú aftur í Danmark í lestrarørindum, og skal hon spæla fyri BK Ydun.
Felagið er, eins og Ajax, á Frederiksberg í høvuðsstaðnum. Ydun flutti síðsta kappingarár upp í næstbestu donsku deildina við Mariannu Geirsdóttir Eystberg á liðnum.
Brynhild Pálsdóttir hevði millum annað ein frálíkan dyst móti Danmark í EM-endaspælinum og er kend sum ein tryggur høgri vongur. Brynhild Pálsdóttir hevði ein skaða at dragast við til seinastu landsdystirnar - Litava í apríl - og tá tók Karin Egholm, sum framvegis er í H71, væl av sínari spælitíð.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen: Úr EH Aalborg til VÍF
Lív hevur verið fyrsta val á høgra vongi á landsliðnum seinastu árini. Hon hevur nógva kropsliga styrki og millum annað stórt virði í verjupartinum.
Lív Poulsen fór sum blaðung niður á hondbóltsakademiið hjá Ikast, har hon stóð seg væl. Síðani hevur nú 23-ára gamla vestmannakvinnan spælt við nøkrum donskum feløgum - bæði í næstbestu og bestu deildini - umframt eitt stutt skifti í StÍF í 2021, har Lív átti stóran leiklut í søguliga FM-heitinum hjá felagnum.
Tað hilnaðist ikki serliga væl í Aalborg, og spældi Lív als ikki seinastu mánaðirnar. Hon er nú liðug við sína útbúgving og flytir aftur til Føroyar. Har fer lámi landsliðsvongurin, sum eisini kann spæla á høgra bakki, at spæla við barndómsfelagnum VÍF fyri fyrstu ferð í vaksnamannahondbólti.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen til landsliðsvenjing undan EM-endaspælinum í Sveis, har hon skoraði allarfyrsta málið hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
Rannvá Olsen: Úr VÍF til Ejstrup/Hærvejen (1. division í DK)
22-ára gamla vestmannakvinnan fer hinvegin: Úr gulum og bláum til lið í Jútlandi.
Ejstrup/Hærvejen er í lutfalsliga lítla býnum Nørre Snede í Midjyllandi. Har búgva umleið 2.000 fólk, og tað er lutfalsliga nær Århus, har Rannvá Olsen er farin undir lesnað.
Ejstrup/Hærvejen endaði á 3. plássi í næstbestu deildini í fjør og spældi harvið upp- og niðurflytingardystir. Rannvá legst nú afturat liðnum. Hon kann vera bakspælari - spælskipari - og vinstri vongur. Nú Turið Arge Samulsen er givin, kappast serliga Rannvá Olsen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe um spælitíðina á vinstra vongi. Rannvá spældi nógv í HM play-off dystunum móti Litava í apríl.
Rannvá skorar her eitt av sínum trimum málum í Litava í apríl (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið eru nú seks føroyskir spælarar í næstbestu donsku kvinnudeildini - allar eru nevndar omanfyri: Rannvá, Brynhild, Marianna, Elsa, Lív og Vár. Fimm eru í fremstu donsku deildini, sum er ein av teimum sterkastu í heiminum:
Rakul Wardum (Ringkøbing), Jana Mittún (Viborg), Marita Mortensen (HØJ)*, Maria Pálsdóttir Nólsoy (HH Elite) og Súna Krossteig Hansen (Skanderborg)
* Nýggj - flutti upp farna kappingarár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald