Í gjár var hann millum tey 23 nøvnini, ið Håkan Ericson las upp á tíðindafundi í FSF-húsinum. Landsliðsvenjarin segði aftaná við Portalin, at hóast 30-ára gamli bakkurin/kanturin ikki hevur sáttmála við nakað felag í løtuni, so er hann á einum góðum fysiskum støði, og nógvu royndir hansara kunnu koma landsliðnum til góðar til næstu uppgávurnar.
Tvøramaðurin hevur verið í norskum fótbólti - spælt i bestu deildini - seinastu sjey árini, men hóast Odds vildi hava hann at halda fram, so spælir Gilli Rólantsson ikki í Noregi í ár. Hann hevur havt tilboð frá ymiskum útlendskum feløgum í vetur, men Gilli er í løtuni í heimbýnum og váttar í dag fyri Portalinum, at Betrideildin er ein møguleiki - fyribils íhvussu er. Tað kann verða talan um einn sáttmála fram til summar fyri síðani at fara útum landoddarnar aftur.
Tað er helst størri møguleiki at hjá Gilla at finna eitt áhugavert stað uttanlands í summar, enn tað er nú (Mynd: Sverri Egholm)
Gilli Rólantsson Sørensen hevur vant eitt sindur við TB fyri at halda seg í gongd, og tað er eitt av feløgunum, sum kanska fær undirskrift hansara, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur í morgin klokkan 16. Sum skilst hevur í øllum eisini KÍ ligið framvið.
Flytingarvindeygað í Føroyum letur aftur um beint undir eitt samdøgur, og tá er seinasti møguleikin fyribils at skráseta nýggjar spælarar í einum felagi. Harvið skal Gilli Rólantsson skjótt taka eina avgerð um framtíð, um hann skal spæla í Betrideildini. Hann hevur ikki spælt í føroysku kappingini síðani 2013, tá hann var í B36. Tvøramaðurin hevur 60 skrásettar A-landsdystir, sambært fsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald