Fótbóltur

Páll er aftur í hitanum

Áleyparin hjá KÍ er tað nýggjasta navnið í føroyska A-landsliðshópinum. Nógvir av føstu monnunum eru ikki við til fyrstu uppgávurnar í ár, meðan fleiri ungir spælarar fáa møguleikan.

Royndi áleyparin skoraði fleiri mál í Evropa í fjør og er byrjaður hetta kappingarárið væl (Mynd: Sverri Egholm)

Royndi áleyparin skoraði fleiri mál í Evropa í fjør og er byrjaður hetta kappingarárið væl (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-13 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson hevur júst nú kunngjørt hópin hjá A-landsliðnum til dystirnar í Moldova (EM-undankapping) og Norðurmakedónia (venjingardystir) síðst í mánaðinum. 

Eyðsýnt er millum annað, at spælarar sum hava myndað A-landsliðið seinastu mongu árini ikki eru við; millum annað vegna skaðatrupulleikar. Talan er um Gunnar Nielsen, Sonna Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð. 

Teir sum eru við, eru í stóran mun ein blanding av heilt royndum spælarum og ungum spælarum við fáum A-landsdystum. Gilli Rólantsson er ikki bundin til nakað felag í løtuni, men er úttikin sum ein av bakkunum.

[object Object]
Håkan Ericson, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Eli Hentze, hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Góð uppmøting í FSF-húsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Ungir menn sum Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Noah Mneney og Stefan Radosavljevic eru á listanum. Allir hava gjørt vart við seg á millum annað U21-landsliðnum, vóru við til venjingardystir í november, og teir báðir síðstnevndu hava í vetur skift til útlendskt feløg.

Í mun til seinastu hóparnar er nýggja navnið Páll Andrasson Klettskarð. 32-ára gamli áleyparin úr KÍ hevur skorað eina rúgvu av málum í Betrideildini og eisini mál í Evropa men hevur spælt fáar landsdystir. Serliga í fjør var nógv snakkað um, hann burdi verið við, tí Páll gjørdi tað væl og tykist at hóska væl til altjóða dystir við millum annað sínum arbeiðsinnsatsi og innstinktið. Klaksvíkingurin hevur ikki verið við í hópinum síðani 2017.

Hópurin:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Bakkar:
Gilli Rólantsson Sørensen (Einki felag)
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, FC Fredericia (DK)

Miðverjar:
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Águilas FC (SPA)

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Noah Mneney, Bryne FK
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Ári Mohr Jónsson, HB
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (NOR)

Áleyparar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Pætur Petersen, KA Akureyri (ÍSL)
Patrik Johannesen, Breiðablik (ÍSL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)

Samrøður og annað seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder