Fótbóltur

Larmandi tøgn frá UEFA

KÍ-hópurin er til reiðar at fara til Sveis men hevur eingin boð fingið enn. Slovan Bratislava vísur á, at allar kanningarnar av leikarunum í fyrra hópinum sum kom til Føroya vóru negativar.

UEFA umboðsmaðurin á vøllinum í Klaksvík fríggjadagin saman við Terja Nielsen, ið vat ein av teimum ið hevði ábyrgd av trygdini kring ætlaða dystin (Mynd: Sverri Egholm)

UEFA umboðsmaðurin á vøllinum í Klaksvík fríggjadagin saman við Terja Nielsen, ið vat ein av teimum ið hevði ábyrgd av trygdini kring ætlaða dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-24 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðan viðvíkjandi avlýstu Champions League-uppgerðini í Klaksvík í seinastu vikuna verður í løtuni viðgjørd á fundi í aganevndini hjá UEFA mánamorgunin. Talan skuldi verða um skundviðgerð, men einki nýtt hevur verið at frætta.

Í Klaksvík hava tey seinastu dagarnar fyrireika seg at fara til Bern í Sveis at spæla ímóti Young Boys. Tann dysturin, í 2. umfari, skal spælast mikukvøldið. Hópurin vandi í morgun, og sum skilst skuldu boðini koma í morgun, og ferðalagið skuldi flúgva klokkan 14.00, um boðini vóru sum væntað.

Sí eisini: - Bíða eftir boðum frá UEFA - vóna at sleppa til Sveis

Tummas Lervig segði soleiðis við Norðlýsið beint fyri døgurða: 

- Okkara hópur hevur vant í morgun og hevur nú eina máltíð á middegi. Vit eru klárir at fara avstað, men fara ikki úr Klaksvík fyrr enn boð eru komin frá UEFA um, at vit skulu spæla í Bern mikukvøldið.

Negativar kanningar í Slovakia

Ikki óvæntað roynir Slovan Bratislava at gera alt fyri at fáa ein nýggjan dyst ella at koma víðari uttan dyst, við at vísa á at KÍ ikki kundi hýsa dystin orskaað av reglugerðini í landinum, at liðið hevðir nóg mikið av leikarum tøkar. Tað nýggjasta úr Slovakia er, at allir leikararnir og øll rundanum liðið, sum í fyrstu syftu komu til Føroyar, eru testaðir negativt í Slovakia. 

- Í roynd og veru merkir hetta, at hesir eisini vóru negativir í Føroyum, og um lokalu myndugleikarnir loyvdu einari nýggjari kanning, so kundu hesir leikararnir spælt í dystinum

[object Object]
Ein leikari í seinna ferðalagnum varð tvær ferðir staðfestur smittaður í Føroyum (Mynd: jn.fo)

Í høvuðsheitinum finnist Ivan Kmotrík yngri, aðalstjórin og "gangstarin", sera nógv at føroysku myndugleikunum fyri teirra handfaring, og sigur millum annað at Slovan Bratislava hevur verið fyri mismuni, og at tað er eingin orsøk fyri, at felagið ikki kundi spæla ímóti KÍ í farnu viku. Tað verður sligið fast, at Slovan Bratislva fer at stríðast til tað seinasta. Felagið hevur eisini bílagt gistingarhús í Bern.

Sí eisini: Vórðu noyddir at spæla sjónleik í tveir timar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder