Tvær sera spennandi uppgávur standa fyri framman hjá A-landsliðnum í fótbólti. Talan er um nógv avgerandi heimadystirnar í Nations League móti Aserbadjan og Kosovo.
- Vit hyggja altíð fram móti fyrstkomandi dystinum, og stilla upp við sterkastu manning, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, á tíðindafundi í Gundadali fyrrapartin.
Røddir hava verið frammi um, at Lars Olsen kanska átti at havt spart onkrar av sínum bestu leikarum seinast móti Malta, tí at tað var týðuligt, at liðið ikki stóð seg líka væl tríggjar dagar seinni á útivølli móti Kosovo.
Men tað verður talan ikki um, staðfestir Lars Olsen. Føroyar spæla móti Aserbadjan í annaðkvøld og móti Kosovo seinnapartin sunnudagin. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli.
- Vit hyggja bara fram móti komandi dysti, og eg ætli mær at seta sterkasta lið, og fegnist um, at allir spælararnir eru klárir og væl fyri.
- Tá fyrsti dysturin er av, so seta vit okkum niður at hyggja eftir hvussu spælararnir eru fyri við atliti til hvussu liðið til hin seinna dystin skal síggja út, segði Lars Olsen á tíðindafundinum, sum varð hildin í B36 húsinum fyrrapartin. B36 húsið verður brúkt til miðlahølir í sambandi við landsdystir, nú umbyggingin fer fram á Tórsvølli.
Virðing fyri mótstøðuni
Um mótstøðuna segði hann, at vit skulu rokna við at møta einum sera sterkum liði. Lars Olsen hevur sæð teir báðar dystirnar, sum Aserbadjan hevur spælt í Nations League higartil, og liðið hevur spælt væl, hóast úrslitið bert hevur verið tveir javnleikir, 0-0 móti Kosovo á heimavølli og 1-1 móti Malta úti.
- Eg sá eisini Qarabag FK spæla móti Arsenal í Europa League í síðstu viku, og kundi staðfesta, at fleiri av leikarunum har eru við á landsliðnum eisini. Serliga ansaði eg eftir, at teir høvdu eina sterka verju og miðju, og tað eru somu menn, sum manna miðverjuna og sentrala miðvøllin á landsliðnum, segði Lars Olsen, tá miðlafólk úr Aserbadjan frittaðu hvat hann visti um aserbajanskan fótbólt.
Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan verður spældur á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Fleiri miðlafólk eru komin úr Aserbadjan at fylgja dystinum í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald