Ta' Qali, Malta (Portalurin) - Undan venjingini á Ta' Qali leikvøllinum hevði føroyska liðið tíðindafund. Lars Olsen nevndi fyrst skuffandi tapið í Aserbadjan, longu ferðina til Malta, venjingina i gjár og at allir vóru tøkir. Hann vildi tó ikki avdúka nógv viðvíkjandi uppstilling og møguligar broytingar.
- René er við aftur og byrjar. Annars verður liðið kunngjørt umleið kl. 13 í morgin; eftir at leikararnir hava fingið boð um tað.
Tað vóru fá maltesisk tíðindafólk. Tann eini nevndi, at Føroyar ikki høvdu møguleika at spæla seg víðari nú. Landsliðsvenjarin segði, at í summum dystum í Nations League hevur avrikið ikki veri nøktandi, og úrslitið er hareftir.
Lars Olsen hevði René Shaki Joensen og Hall Hansson við sær á tíðindafundin (Mynd: Sverri Egholm)
Nakað av tíðindafólkum var møtt upp (Mynd: Sverri Egholm)
Um Malta segði Lars, at 0-5 tapið hjá teimum her móti Kosovo var eitt heldur misvísandi útslit, um hugt verður eftir dystinum.
Hallur Hansson var við á tíðindafundinum. Hann segði, at tað als ikki var gott nokk í Aserbadjan, men kundi ikki heilt greiða frá hví.
René Shaki var eisini við. Hann fekk ongan spurning, men vit tosaðu við hann aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald