Fótbóltur

Lasse og HB leingja

Føroyameistararnir leingja við 23 ára gamla danan í miðverjuni.

2018-10-31 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB kunngerð í dag, at Lasse Andersen hevur longd við felagið.

Danski miðverjin, sum kom til HB undan hesum kappingaráinum og nýggi sáttmálin er galdandi fyri 2019.

- Í Havnar Bóltfelagið fegnast vit um, at stinni miðverjin við góða vinstra beininum, hevur valt at halda fram í felagnum. 23 ára gamli Lasse Thillitz Andersen eigur stóran lut í meistaraheitinum, sum vit hava fingið við metnógvum stigum – heili 73.

- Í landskappingini hevur HB bara latið 18 mál inn í ár. Trekkja vit tvey tey fyrstu umførini frá, tá Lasse ikki var við, so hevur liðið bara latið 14 mál inn í 25 dystum, síðani miðverjin kom til, skrivar HB á heimasíðuni.

- Eg trívist væl í felagnum og vildi allatíð halda fram. Tí eri eg eisini sera fegin um, at hava longt sáttmálan. Vit hava havt eitt fantastiskt ár. Nú gleði eg meg til komandi kappingarár, og at umboða HB í Champions League, sigur Lasse Andersen við hb.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder