Fótbóltur

Lava frá byrjan

Leirvíkingurin spælir saman við Patriki Johannesen í álopinum. Jóan Símun er á bonkinum, eins og hinir leikararnir sum eru við aftur. Sami málverji, somu verjueikarar og somu fýra miðvallarar byrja sum seinast, tó at skipanin er eitt lítið sindur øðrvísi.

Håkan Erikson og hansara toymi hava gjørt eina broyting í byrjanaruppstillingini í mun til seinast. Andreas Lava, ið sæst beint aftanfyri landsliðsvenjarin her til venjingina í gjár, fær møguleikan fra byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Erikson og hansara toymi hava gjørt eina broyting í byrjanaruppstillingini í mun til seinast. Andreas Lava, ið sæst beint aftanfyri landsliðsvenjarin her til venjingina í gjár, fær møguleikan fra byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-07 15:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann byrjaði á bonkinum, tá Víkingur fyri viku síðani tók ímóti AB. Í dag byrjar leirvíkingurin, ið fyllur 33 ár fríggjdagin, inni í Herning móti Danmark. Tað eru júst slík mótstøða, ið metast kann, at Andreas Lava Olsen kann gera skaða á við sínum serligu evnum. Patrik Johannesen úr KÍ byrjar inni í álopinum saman við Lava, og tískil verður tað nógv megi og ferð, sum fer at hótta bakketuna hjá Danmark. Skotstyrkin hjá leikarunum er eisini góð, og báðir kunnu kasta long innkøst.

Hesaferð hava Håkan Ericson og toymi valt at spælt við tveimum áleyparum, men ananrs er bert ein broyting í sjálvari manningini frá Andorra-dystinum. Klæmint Andrasson Olsen var einsamallur miðáleypari í dystunum í farna mánaði, men hann er ikki við í Danmark. Tað er eitt sindur óvist, júst hvussu samansetingin á miðvøllinum verður, men tað eru fýra leikarar, sum eru byrjaðir inni í øllum dystunum undir Håkani Ericson higartil. Verjuketan er eisini tann sama, sum hon var ímóti Malta og Andorra. Teitur Matras Gestsson verjir, eins og í Andorra, málið. Gunnar Nielsen er ikki tøkur.

Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Rógvi Baldvinsson og Ári Mohr Jónsson eru allir við fyri fyrstu ferð undir nýggja toyminum. Teir byrja á bonkinum

Føroyar (4-2-2): Teitur Matras Gestsson (HB) - Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ), Heini Vatnsdal (KÍ), Sonni Ragnar Nattestad (B36), Viljormur Davidsen (Vejle BK) - Jóannes Bjartalíð (KÍ),  Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Hallur Hansson (AC Horsens) Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg) - Patrik Johannesen (KÍ), Andreas Lava Olsen (Víkingur)

Á bonkinum: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, Heðin Hansen, Gilli Rólantsson Sørensen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Egilsson Olsen og Jóan Símun Edmundsson.


[object Object]
Billing og Zanka byrja fyri liðið hjá Kasper Hjulmand (Mynd: Sverri Egholm)

Danska liðið er ikki í allarsterkastu uppstilling, men har eru fleiri stór nøvn. Teir báðir ið spæla aftanfyri Christan Eriksen á sentrala miðvøllinum, mannaðu eisini sentrala miðvøllin í U21-dysti á Tórsvølli í 2017. Leikarar eru, ið spæla í næstbestu donsku deildini, men eisini leikarar úr Inter Milan og FC Barcelona, og málverjin er millum teir heilt góðu í Premier League. Liðformaðurin Simon Kjær er ímillum teir, sum byrja á bonkinum. Daniel Wass og Pierre Emile-Højbjerg.

Danmark (4-3-3): Kasper Schmeichel (Leicester) - Henrik Dalsgaard (Brentford FC), Jannick Vestergaard (Southampton), Mathias Zanka Jørgensen (FCK), Joakim Mæhle (KRC Genk) - Mathias Jensen (Brentford), Phillip Billing (AFC Bournemouth) - Andreas Skov Olsen (Bologna), Christian Eriksen (Inter Milan), Martin Braithwaite (FC Barcelona) - Andreas Cornelius (Parma)

Avspark verður klokkan 17.00. Dysturin verður at síggja í Kringvarpinum - fylg gongdini og sí myndir frá dystinum á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder