24 leikarar vórðu upprunaliga úttiknir til uppgávunar hjá A-landsliðnum í Danmark og í Nations League móti Lettlandi og Andorra. Tað var tó greitt, at sóttarhaldsreglurnar í Íslandi kundu forða Gunnari Nielsen og Kaj Leo í Bartalstovu at koma við, og leygardagin gjørdist greitt, at soleiðis varð.
Les meira: Gunnar og Kaj Leo ikki við
Kaj Leo varð eisini úttikin til Nations League-dystirnar í september, men tá vildi Valur ikki leysgeva hann orsakað av sóttarhaldsreglunum. Gunnar spældi í 3-2 dystinum móti Malta men slapp ikki við til Andorra, har Teitur Matras Gestsson ístaðin vardi málið.
Gunnar Nielsen er ikki við í Danmark og er heldur ikki tøkur til Nations League-dystirnar á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Kristian Joensen avloysti Gunnar í hópinum - eingin varð innkallaður ístaðin fyri Kaj Leo. 22 leikarar verða á dómaraseðlanum fyri Føroyar í kvøld. Tann 23. leikarin í hópinum er í Føroyum, tí kona hansara er sett at eiga í vikuni.
Talan er um Klæmint Andrasson Olsen, ið byrjaði inni sum fremsti maður og skoraði móti bæði Malta og Andorra. Rituvíkingurin skoraði 27. september síni mál nummar 199 og 200 í Betrideildini fyri NSÍ. Hann og konan, Eyð, vænta nú sítt næsta barn, og Klæmint kemur helst í hópin hósdagin.
Fyrsta bríksl í Herning í annaðkvøld, mikudagin 7. oktober, verður klokkan 17. Tað verður sostatt eitt føroyskt lið uttan Klæmint Andrasson Olsen, og áhugavert verður at síggja, hvørja loysn venjaratoymi velur til fremsta plássið. Ein uppløgd loysn er Jóan Símun Edmundsson, sum er við aftur. Toftamaðurin spælir fyri tað mesta á kantinum í Bielefeld, men hevur oftast spælt sum miðáleypari á landsliðnum.
Sí eisini: Gleði meg at fáa fleiri góðar løtur á landsliðnum
Hópurin hjá Føroyum til komandi dystirnar:
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson (HB)
Tórður Thomsen (NSÍ)
Kristian Joensen (KÍ) - upprunaliga Gunnar Nielsen úr FH
Høgri bakkar:
Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)
Gilli Rólantsson Sørensen (Brann Bergen)
Vinstra bakkur:
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Ári Mohr Jónsson (Sandnes ULF)
Miðverjar:
Rógvi Baldvinsson (Bryne)
Heðin Hansen (HB)
Sonni Ragnar Nattestad (B36)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Odmar Færø (KÍ)
Miðvallarar:
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (GAIS)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg)
Hallur Hansson (AC Horsens)
Dan í Soylu (HB)
Kaj Leo í Bartalstovu úr Vali varð eisini úttikin
Áleyparar:
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Patrik Johannesen (KÍ)
Jóan Símun Edmundsson (Arminia Bielefeld)
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ) - kemur upp í hópin í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald