Herning, Danmark (Portalurin) - Tað var ein fantastisk kensla, og eingin kann nakrantíð taka hatta frá mær. Tó fær man ikki tíð at njóta slíkt, tí í fótbólti er tað "næsta venjing og næsti dystur" Men hatta er nakað, ið man kann síggja aftur á við gleði og stoltleika, tá man er givin.
Soleiðis greiðir Jóan Símun Edmundsson frá, hvussu tað var at skora í Bundesligaini. Hetta gjørdi 29-ára gamli toftamaðurin fyri Arminia Bielefeld í 1-0 sigirnum á FC Köln fyri tíggju døgum síðani.
Jóan Símun sigur, at hann gjarna vil hava ein størri leiklut í felagnum, men viðurkennir, at hann er eitt sindur aftanfyri hinar orsakað av skaðanum í knænum.
Nú er fult fokus á landsliðið og komandi uppgávurnar - tann fyrsta er ein heilt spennandi av slagnum í Herning í morgin. Álopskendi og tekniskt dugnaligi leikarin sigur seg nærkast 100 prosentum aftur. Hann heldur, at tað er sera spennandi at vera við undir nýggja toyminum, har tingini verða gjørd nakað øðrvísi og slær fast, at hann nú hugsar um at geva 100 prosent fyri Føroyar. Toftamaðurin var ikki við til Nations League-dystirnar í september, tí hann var í gongd við at koma fyri seg eftir skaða. Harvið hevur hann ikki spælt ein landsdyst í næstan eitt ár.
Viðvíkjandi dystinum í morgin hevur Jóan Símun Edmundsson, ið droymir um fleiri góðar løtur við landsliðnum, eina góða kenslu í kroppinum, tó at mótstøðan verður sera sterk.
Føroyar og Danmark spæla í Herning í morgin klokkan 17.
Sonni Ragnar Nattestad: Ikki hvønn dag man sleppur at spæla ein slíkan dyst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald