Í yvir trý ár var Sonni Ragnar Nattestad sáttmálabundin til FC Midtjylland. Harvið kennur hann væl býin og vøllin, sum verður karmur um Føroyar - Danmark í morgin. Ein serligur dystur, ið Sonni Ragnar sær fram til.
Miðverjin úr Miðvági spældi fýra dystir á besta liðnum hjá felagnum, sum hevur MCH Arena sum heimavøll. Síðani hevur hann verið knýttur at øðrum feløgum í Danmark, í Noreg og í Íslandi.
Í vetur gjørdi Sonni Ragnar Nattestad sáttmála við B36, og 26-ára gamli leikarin hevur í ár fingið gongd á aftur við hørðum arbeiði. Hetta setur hann orð á í samrøðuni omanfyri, har verjuleikarin eisini kemur inn á, hvussu tað er at hava nýtt venjaratoymi.
Sonni Ragnar spældi sínar landsdystir nummar 25 og 26 í farna mánaði.
Myndir: Føroyingar venja á leikvøllinum hjá jútskum stórfelagi
- Taka hetta sum tríggjar dystir um stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald