2018-10-29 07:08
Tailendski ríkmaðurin og eigarin av enska fótbóltsfelagnum Leicester City, Vichai Srivaddhanaprabha, doyði í gjár, tá tyrlan hann var í datt niður beint utttanfyri leikvøllin hjá Leicester City. Fýra onnur fólk umborð á tyrluni lótu eisini lív.
Vichai hevði til vana at ferðast frá leikvøllinum við tyrlu, sum fór á flog frá sjálvum vøllinum. Eygnavitni siga, at stutt eftir at tyrlan var komin út um vøllin, byrjaði hon at snara um seg sjálva og datt niður. Ein stórur brestur var og eldur var í tyrluni, skrivar BBC.
Í gjárkvøldið váttaði felagið, at Vichai var umborð á tyrluni og lat lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald