Fótbóltur

Leicester og Manchester United vunnu týðandi sigrar

Í Premier League er framvegis stórur spenningur um avgerandi Champions League plássini, nú flestu liðini hava tveir dystir eftir at leika.

Marcus Rashford skeyt eitt av United málinum í 2-0 sigrinum á Crystal Palace. (Mynd: EPA)

Marcus Rashford skeyt eitt av United málinum í 2-0 sigrinum á Crystal Palace. (Mynd: EPA)

2020-07-17 08:18 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fýra dystir vóru á skránni í Premier League hóskvøldið. Í harða stríðnum um topp-4 vunnu bæði Leicester og Manchester United sínar dystir. Í botninum fekk Aston Villa eitt stig og kann framvegis bjarga sær enn eitt ár í Premier League.

Leicester hevði vitjan av Sheffield United. Leicester vann dystin 2-0 við málum frá Ayoze Perez og Demari Gray. Manchester United, sum kappast við Leicester um Champions League plássini, vann eisini 2-0, tá teir vóru á vitjan hjá Crystal Palace. Tað vóru Marcus Rashford og Anthony Martial, sum skoraði málini fyri United.

Á Goodison Park spældu Everton og Aston Villa 1-1. Ezri Konsa legði Aston Villa á odda 18 minuttir fyri tíð. Leiðslan hjá Aston Villa helt líka til tríggir minuttir vóru eftir, tá Theo Walcott javnaði til endaliga úrsliti 1-1.

Seinasti dysturin hóskvøldið var ímillum Southampton og Brighton. Tann dysturin endaði eisini við einum 1-1 javnleiki. Neal Maupay legði Brighton á odda, meðan Danny Ings skoraði útjavnandi málið fyri Southampton.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder