Fótbóltur

Leiðsla til Aserbadjan í hálvleikinum

Føroyar hava søkt at til tíðir, men ov nógvir feilir á bóltinum hava kostað.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-10-11 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er hálvleikur á Tòrsvølli í Nations League dystinum millum Føroyar og Aserbadjan, og útiliðið hevur lagt seg á odda. 

Føroyska liðið kom annars sera væl út, og legði trýst á Aserbadjan fyrstu minuttirnar. Útiliðið kom tó skjótt betri við og byrjaði at seta seg meira á spælið. Føroyingarnir vóru tó nærri við at leggja seg á odda fyrru hálvu av hálvleikinum.

Føroyar hava til tíðir gjørt óprovekeraðar feilir á bóltinum. Og tá lítil hálvur tími varð leiktir revsaði Aserbadjan føroyingarnir, tá teir mistu bóltin í høgru síðu á egnari hálvu. Nakrar skjótar kombinatiónir, Gunnar Nielsen megnaði ikki at halda innlegginum ella fáa bóltin nóg langt burtur, Viljormur Davidsen varð kroystur, tá hann skuldi rudda vekk, og bólturin datt til miðvallaran Richard Almeida, ið smekkaði bóltin í føroyska málið. Fyrsti veruligu málmøguleikin hjá Aserbadjan og einasta skotið á mál hjá útiliðnum í 1. hálvleiki,

Føroyar svaraðu væl aftur eftir málið, og skapti nakrar vandamiklar støður beinanvegin. Í samband við eitt hornaspark ruddaði Aserbadjan burtur á strikuni, og lítla løtu seinni var Finnur Justinussen nær við, tá hann stútaði eftir gott innlegg frá Viljormi úr vinstru.

Samanumtikið hevur tað verið ein javnur dystur, har Aserbadjan hevur verið meira effektivt. Føroyar skulu hava minst eitt stig burturúr hesum dystinum, um tað skal vera realistiskur møguleiki at vinna bólkin. Møguleikarnar at skora eru avgjørt har.   

Føroyar – Aserbadjan (0-1)

0-1 28.min: Richard Almeida



Myndir, samanumtøka og viðmerkingar koma eftir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder